23 ára gamli italiumaðurin, Jannik Sinner hevur á fyrsta sinni vunnið heimsins elstu og mest prestisjufullu tenniskapping, Wimbledon.
Í finaluni vann Jannik Sinner 3-1 á spaniumanninum, Carlos Alcaraz, ið vann Wimbledon kappingina tvey tey undanfarnu árini.
Alcaraz vann fyrsta sett 6-4, men eftir tað var Sinner omaná, og hann vann øll trý tey næstu settini 6-4.
Jannik Sinner hevur eisini á tveimum sinni vunnið Australian Open, og á einum sinni US Open. Hann hevur til góðar at vinna Roland Garros kappingina í París.
Ígjár vann pólska, Iga Swiatek Wimbledon finaluna hjá kvinnum. Hon knústi amerisku Amandu Anisimova í finaluni við at vinna bæði settini 6-0. Aftaná bað Amanda Anisimova um umbering fyri eitt vánaligt avrik í finaluni.