Japan skal sleppa sær av við kjarnorkuna

Japan er alt ov heft at kjarnorku, men í komandi árum skal landið leggja seg eftir at fara frá kjarnorkuni til varandi orkukeldur ístaðin fyri. Tað segði japanski forsætisráðharrin, Naoto Kan, í einari sjónvarpssamrøðu í dag.

-Málið er, vit skulu hava eitt samfelag uttan kjarnorku. Tá vit hugsa um, hvussu álvarssamar trupulleikar kjarnorkan kann elva til, kunnu vit ikki seta álit okkara á hetta slagið av orku. Vit noyðast at dúva upp á varandi keldur, segði forsætisráðharrin.

Politiskir eygleiðarar í Tokyo siga, at orðini hjá Naoto Kan kunnu vera ein roynd at bøta um umdømi hansara, tí meiningakanningar hava víst, at nógvir japanar halda ikki, at hann hevur handfarið avleiðingarnar av náttúruvanlukkuni í mars nóg væl.