Jarðfeingi fylgir boring við stórum spenningi

-Tað er at fegnast um, at tað eydnaðist Statoil at fáa ein boripall longu tíðliga í summar. Nú mugu vit so síggja, hvussu leikur fer sigur stjórin á Jarðfeingi, Sigurð í Jákupsstovu

Á middegi mikudagin var borurin loksins settur í Brugdumiðið úti á Suðuroyarbanka. Eftir drúgva fyrireiking kundi ovasti leiðarin fyri hesi stóru verkætlan geva sínum fólkum grønt ljós at seta borin í ella sum tað verður kallað á borimáli Spud.

Sum skilst hevur gingið væl í hond og nú verður so borað niður á 3800 metrar. Dýpið, har borað verður, er 480 metrar. Sigurð í Jákupsstovu, stjóri á Jarðfeingi er fegin um, at tað eydnaðist at fáa fatur á einum boripalli longu nú, tí tað er so umráðandi at koma í gongd, áðrenn tað líður ov nógv út á árið.

-Vit fara av fylgja boringini við stórum spenningi og vónandi hava vit eitt úrslit at leggja fram fyri almenningin um einar tríggjar mánaðir. Gongst væl at bora so kanska fyrr enn tað sigur Sigurð í Jákupsstovu. Frá nú av verða tíðindini frá boringini bara at frætta frá Jarðfeingi, sum fær allar upplýsingar frá Statoil. Av tí at boringin hevur "tight hole" status verða eingir upplýsingar latnir frá oljufeløgunum næstu tríggjar mánaðirnar.

Hóast stórur áhugi er fyri boringini og at mong bíða spent til í oktober at frætta nærri, so er greitt, at tað fæst einki endaligt úrslit tá. Rúni M. Hansen segði við Sosialin nú um dagarnar, at gera teir eitt fund tvs. raka teir við kolvetni, so verður brunnurin kortini ikki testaður fyrr enn í 2008. Tú testar brunn fyri at vita, hvussu stórt eitt fund er og um tað er rakstrarverdugt. Við útvarpið í gjár segði Rúni M. Hansen, at upplýsingarnar, sum koma frá boringini í vetur, fara ikki at siga okkum, um talan er um eitt lønandi fund. Tað fer at siga okkum, um tey hava hava rakt við olju, men ikki hvussu nógva. Tað mugu vit bíða við at fáa meira at vita um til í 2008, tá og um avmarkingarbrunnar verða boraðir segði hann við útvarpið.

-Nú fáa vit so síggja, hvussu leikur fer, sigur stjórin á Jarðfeingi, sum eisini fegnast um, at teir loksins fingu avtaluna uppá pláss við Statoil og hini oljufeløgini.

Talan er um tveir brunnar, sum eru lagdir saman í ein. Ein hjá Statoil sum fyristøðufelag og ein hjá Amerada Hess sum fyristøðufelag. Feløgini mettu tað vera skilabetri at flyta hesi boriforpliktilsini til eitt annað øki og tað bleiv so á basaltinum, har tað ikki er borað áður. Tí er júst henda boringin rættiliga einastandandi og kolveltandi.

Mett verður at øll boriverkætlanin fer at kosta eina hálva milliard kr. Men harfyri er einki givið. Metingin sigur, at tað eru 23% møguleiki fyri at gera eitt fund.

Boringin á landgrunninum, sum nú er í gongd, er tann fyrsta, síðani at Jarðfrøðissavnið og Oljufyrisitingin vórðu samanløgd í ein felags stovn við heitinum Jarðfeingi.