Jarðfeingi skal spara heili 15%

Hóast føroyskir myndugleikar siga seg leggja stóran dent á og raðfesta oljuleiting við Føroyar høgt, so sæst hetta ikki júst aftur á komandi fíggjarlóg. Jarðfeingi skal spara tvær av fjúrtan milliónum.

Tann stovnurin, sum umsitur oljuleiting og orku, Jarðfeingi er nevniliga skorin sera munandi á fíggjarlógini. Samlaða játtanin til stovnin er umleið 20 mill. kr., men av hesi upphædd eru 5,5 mill. kr. oyramerktar til arbeiðið at prógva, at Føroyar eiga part av landgrunni, sum liggur uttanfyri 200 fjórðingamarkið. Hetta er ein avtala, sum er gjørd millum føroyskar og danskar myndugleikar.

 

Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi hevur ikki hug at gera stórvegis viðmerkingar til, at stovnurin hevur fingið minni játtan. Men hann heldur tað vera ein stóran niðurskurð, tí í veruleikanum er stovnurin skorin við 2 mill. kr. av umleið 14 ella við heilum 15%. Tá sagt verður, at játtanin til stovnin er 20 mill., so er hetta ikki heilt rætt, tí tær 5,5 mill. eru bundnar til landgrunsmarkið, eisini nevnd grein 76 verkætlanin, har vit gera krøv út um landgrunnin uttanfyri 200 fjórðingar. Føroyar hava nevniliga bundið seg til at rinda helvtina av útreiðslunum til hesar kanningar. Danir rinda hina helvtina.

 

Petur Joensen sigur, at tey við nýggju fíggjarlógini hava fingið ein nýggjan fíggjarligan veruleika at fyrihalda seg til. So tey mugu hyggja eftir, hvussu tey skulu arbeiða. Hetta fara tey at taka upp í næstum.

 

Hetta er nokk so nógv at skula spara heldur stjórin. Jarðfeingi tekur sær av oljuleiting, orku og aðrari jarðfrøðiligari kanning.

 

Ring signal til oljufeløg!

Uppá fyrispurning um tey fara at brúka minni orku til oljuleitingina sigur stjórin:

 

-Vit mugu fyrst fáa eina samlaða mynd av okkara virksemi og hvussu vit skulu raðfesta, áðrenn eg kann siga nakað um tað. Tá man verður skorin so nógv, so mugu vit fyrihalda okkum til tað.

 

-Men er tað ikki eitt óheppið signal at senda út til altjóða oljufeløgini, at føroyskir myndugleikar skerja játtanina munandi til tann stovnin, sum stendur fyri oljuleitingini?

 

-Hetta nýtist ikki at vera eitt negativt signal til oljufeløgini. Man tað ikki fara at laga seg onkursvegna! Hetta er so veruleikin, og so mugu vit finna út av, hvussu vit frægast kunnu liva við tí.

 

Petur Joensen sigur, at tey mugu hyggja eftir øllum virkseminum, áðrenn tey kunnu siga nakað meira ítøkiligt. Sparingin er eini 15%, og tað er nógv heldur hann.