Teir seinastu dagarnar hava fleiri veikir jarðskjálvtar verið við býin Tasiilaq í Eysturgrønland, har umleið 1.800 fólk búgva. Grønlendska kringvarpið skrivar, at fólk í Tasiilaq hava ilt við at venja seg við skjálvtarnar, og at fleiri teirra eru bangin.
Jarðfrøðingurin Peter Voss sigur við KNR, at jarðskjálvtarnir við Tasiilaq hava verið veikir, og at tann harðadti var 3,0 á Richterstiganum.
Til samanberingar nevnir hann, at jarðskjálvtin í Haiti í januar var 7,9 á Richterstiganum.