Anna og Niclas hava verið gift í 70 ár

Í dag kunnu Niclas og Anna Poulsen hátíðarhalda jarnbrúdleyp. Tey hava verið gift í 70 ár og sita framvegis lið um lið.

Niclas og Anna Poulsen kunnu í dag hátíðarhalda jarnbrúdleyp. Tey hava verið gift í 70 ár og búgva nú saman á ellisheimi í Havn.

– Álit og kærleiki er neyðugur fyri at liva í góðum og longum hjúnalagi, siga tey við Kringvarpið.

 

Niclas Akraberg Poulsen er úr Akrabergi, meðan Anna Poulsen, fødd Sundberg, er úr Porkeri. Hann er 92 ára gamal og hon 91 ára gomul.

 

Bæði eru uppvaksin í Suðuroy, men búðu meginpartin av lívinum norðanfyri, har Niclas arbeiddi sum løgreglumaður og politiinspektørur.

 

Fyri aldarskiftið fluttu tey aftur til Porkeris, men fyri nøkrum árum síðani fluttu tey til Havnar fyri at vera nærri børnunum.

 

Anna flutti fyrst á ellisheim, og tá Niclas skuldi flyta við, hevði hann eina treyt – at tey skuldu vera á sama heimi.

 

Tey hittust fyrstu ferð sum ung, og sambært teimum sjálvum var sjálvur brúðleypsdagurin í 1956 bæði serligur og minnisríkur.

 

 

 

##med2##

 

Trýst á myndina fyri at síggja brotið úr Degi og Viku í kvøld við Annu og Niclas Akraberg Poulsen

 

Niclas og Anna Poulsen kunnu í dag hátíðarhalda jarnbrúdleyp. Tey hava verið gift í 70 ár og búgva nú saman á ellisheimi í Havn.