Jaspur Langgaard maknaðarleiðari á Sosialinum

Tað verður Jaspur Langgaard, Nes, ið verður nýggjur sølu- og marknaðarleiðari á Sosialinum.

Jaspur hevur lisið datamatikara í Odense og hevur eftir lokna útbúgving arbeitt á Formula.fo, Almannastovuni, Bláa Krossi, Senta og seinastu

tíðina hevur hann rikið Hotel Runavík.


Jaspur er ikki kendur við miðlaheimin, men hevur arbeitt nógv innan sølu og marknaðarføring. Hann skal avloysa systrina, Gudny Langgaard, ið fór á starv Vodafone um ársskifti.


Jaspur Langgaard, ið er 39 ára gamal, er giftur við Olivia og eiga tey tveir dreingir. Hann tekur við starvinum 1. feb. 2010.