Øll valevnini hjá Javnaðarflokkinum fáa 4.000 kr í part til egna kampanju. Tilsamans fáa tey 120.000, sigur Kristian Magnussen
Fyrst var tað Sjálvstýrisflokkurin, sum boðaði frá, at tey fóru at nýta 350.000 kr til valstríðið. Í gjárkvøldið boðaði Tjóðveldisflokkurin frá, at tey fóru at brúka 700.000 krónur.
Enn hevur eingin av hinum flokkunum boðað frá, hvussu nógv tey nýta, men á Rás 2 í morgun boðaði Kristian Magnussen, løgtingsmaður Javnaðarfloksins frá, at Javnaðarflokkurin í øllum førum fer at brúka meira enn 700.000 krónur.
- Umframt pengarnar til valevnini, so skal flokkurin rinda fyri alla kampanjuna. Vit hava eisini fingið professiónellar tónleikarar at gera orð og lag til eina fløgu, so samlaði kostnaður fyri alt valstríðið fer í øllum førum upp um 700.000 krónur, vísti Kristian Magnussen á
Kristian Magnussen vísti eisini á, at hann var sera harmur um, at valstríðið er vorðið so amerikaniserað. Hann segði, at hann var einasti tingmaður í Suðurstreymoy, sum var ímóti, at Føroyar gjørdust eitt valdømi. Hann heldur, at tann avgerðin var skeiv, tí tað førir til, at tað vera tey vælbjargaður, tey penur og tey vælútbúnu, sum verða vald, og at valdið í Føroyum verður sentraliserað til miðstaðarøkið.
Kristian Magnussen segði eisini, at hann heldur at hetta við at kunngera útreiðslurnar er eitt bluffnummar, tí als einki gjøgnumskygni er í tí.