Formaður Javnaðarfloksins hevur at vísa seg vunnið tokka veljaranna, tí hann alment hevur sagt, at flokkur hansara ikki vil fara í samgongu við Fólkaflokkin.
Nú um dagarnar fekst tó prógv fyri, at væl ber til hjá hesum báðum flokkum at samstarva.
Tað snýr seg um uppskotið frá Gunvør Balle, tingkvinnu, um at samtykkja, at 25. mars skal vera almennur móðurmálsdagur í Føroyum.
Upprunahugskotið eigur Málstevnunevndin, sum í áliti sínum (2007) bar hetta hugskotið fram í 7. tilmælinum undir deildini “Málpolitisk amboð”:
“Málnevndin skal harumframt – til at gera meira vart við starvsemi sítt – skipa fyri kunnandi og upplýsandi tiltøkum, sum almenningur kann væntast at hava áhuga á, t.d. einum átaki sum “Ársins nýggjyrði”, “Degi málsins”, “Besta handilsheiti”, “Ársins málrøktarvirðisløn” o.fl.”
Sum í so mongum øðrum mentanarpolitiskum málum hálsfevnast Djurholm og Dam í løgtingsins mentanarnevnd – væl stuðlað av Miðflokkinum og Sambandsflokkinum. Tey taka ikki undir við uppskotinum.
Tað er ófatiligt, at vit enn – í 2014 – og tað í hesi sælu jólatíð – ikki skulu unna móðurmálinum tann heiður at fáa ein einasta dag á árinum, har vit kunnu steðga á og fagna tí.