Vit taka undir við grundsjónarmiðum floksins og aðalmálunum hjá arbeiðararørsluni um allan heim. Men okkara sjálvstøða ger, at vit ikki í øllum lutum taka undir við tí, Javnaðarflokkurin ger ella ikki ger.
Virðing báðar vegir
Vit byggja okkara politikku samvinnu við Javnaðarflokkin á álit og virðing báðar vegir.
Á somu grundsjónarmið byggja vit samvinnuna í ríkinum.
Danir rukku ikki
Vit ásanna, at tá ástóð, rukku danir ikki til tað álit, sum vit høvdu á teir - heldur ikki danski javnaðarflokkurin.
Ættarliðini undan okkum høvdu stórt álit á danska Javnaðarflokkinum, og tað høvdu tey alla grund til, tí í langa tíð var virðingin millum flokkarnar báðar í hásæti. Men tíverri vísti tað seg, at nýggja ættarliðið av donskum javnaðarmonnum gloymdu virðingina fyri bróðurflokkinum heima í Føroyum og fullførdi svikið, sum borgarliga danska stjórnin við Poul Schlyter og Uffa Ellemann á odda løgdu til rættis móti okkum føroyingum.
Umboð okkara fer ikki uppí danska Javnaðarflokkin
Hetta fer SU ikki at gloyma. Tí fara vit als ikki upp í danska Javnaðarflokkin á danatingi, men fara sum sjálvstøðugt umboð at tala søk okkara har.
Hetta merkir ikki, at vit ikki fara at luttaka í politisku viðgerðini á danatingi. Tvørturímóti, vit fara so avgjørt at gera okkum galdandi, so leingi vit hava okkara grundlógargivna rætt at virka har, men vit fara fyrst og fremst at tala søk arbeiðararørslunar og føroyinga.
Sjálvt um vit ongantíð aftur fara at verða partur av nøkrum donskum flokki, so fara vit sjálvsagt at stuðla eini sosialdemokratiskari stjórn og soleiðis framvegis stuðla danska arbeiðaranum, pensionistinum, børnunum, teimum ungu o.s.fr., men danir skulu í framtíðini vera púra greiðir um, at okkara umboð krevur ta virðing, sum ein fræls tjóð á líka føti hevur krav uppá.
Góðtaka ikki
danska arrugansu
Vit hava onga ætlan um at slíta bondini við Danmark. Okkara uppgáva á fólkatingi verður tvørturímóti fyribils gjøgnum umboð okkara har at gera dønum greitt, at føroyska tjóðin framvegis fegin vil samvirka við vinir okkara í landsuðri, sum vit hava gjørt í fleiri hundrað ár, men vit fara á ongan hátt at tola ta arrogansu og stórveldislyndi, sum danskir embætismenn og politikkarar vístu okkum, tá teir ógrundað eyðmýktu alla føroysku tjóðina í 1992 og 1993.
Virðiliga avtalu millum londini í ríkinum
Vit fara av øllum alvi at berjast fyri, at samvinna okkara í ríkinum verður grundfest í eini virðiligari avtalu millum sjálvstøðiga landið Føroya, Danmark og Grønland. Í hesum felagsskapi vilja vit, at ungdómur okkara, okkara sjúku, ja, allir borgarar á líka føti skulu brúka teir facilitetir, sum eru neyðugir í einum framkomnum samfelag. Vit hava ongan áhuga í at isolera okkum norðri í Atlantshavi sum fornermað smábørn, men fara harafturímóti at bjóða hinum í ríkisfelagsskapinum eitt gott og virðiligt samstarv, sum sømir seg sjálvstøðugum tjóðum.
Tað verður framvegis gagnligt at vera felags um útbúgvingina av komandi ættarliðum.
Tað verður framvegis gagnligt at samvinna á heilsuøkinum, framvegis ein trygd hjá sjúkum at kunna leita sær heilsubót aðrastaðni í ríkinum.
Tað verður framvegis gagnligt at samvinna um gransking og útvikling í samfeløgum okkara.
Tað verður eisini framvegis rætt at halda fast um tey tøttu bond, sum knýta partarnar í ríkisfelagsskapinum saman. Vit hugsa m. a. um tey mongu, sum valdu at búseta seg uttanfyri heimlandið, men aðrastaðni í ríkinum.
Men eingin okkara hevur brúk fyri, at ein partur spælir stóribeiggi fyri hinar. Skal samvinna verða, og tað skal hon, so skal hon vera á sama stigi millum allar partarnar.
Vit ætla at byggja virðingina uppaftur millum danir, grønlendarar og føroyingar.
Hetta verður høvuðsmál okkara eisini á danatingi.
Vit ráða tí øllum føroyingum til at velja okkara umboð í fólkatingið.
Eilin Jørgensen,
valevni Javnaðarfloksins SU til fólkatingsvalið 11. mars 1998.