Javnleikur ímóti Lettlandi

Føroyar spældu væl og vóru á odda 1-0, men mistu takið í seinna hálvleiki.

Føroyska A-landsliðið hjá monnum spældi í dag venjingardyst ímóti Lettlandi. Hesin dysturin varð spældur í Marbella í Spania, har føroyski hópurin í hesum døgum er á venjingarlegu.


Føroyar spældu sera væl í fyrra hálvleiki, har teir serliga fyrstu 20 minuttirnar vóru greitt omaná og spældu seg í fleiri góðar støður. Tí var tað heldur ikki óuppiborið, at Føroyar eftir einum lítlum hálvum tíma legði seg á odda.


Tað var føroyski liðskiparin, Atli Gregersen, sum við sínum fyrsta máli á landsliðnum legði Føroyar á odda 1-0. Eitt innlegg, ið lá aftarliga, varð stútað innfyri aftur til ein leysan Atla, ið avgjørdur sparkaði bóltin uppundir nettakið.


Dysturin var meira rótutur í seinna hálvleiki, og Lettland javnaði til 1-1 tá ið tað restaðu góðir 20 minuttir. Tann júst innskifti Vladislavs Fjodorovs slapp inn um føroysku verjuna og sparkað bóltin í málið.


Hóast Føroyar sum heild var betra liðið, so átti Lettland størsta møguleikan at fáa avgerandi málið, men hesin sami Vladislavs Fjodorovs var ikki eins neyvur, tá hann stutt fyri leiklok kom at standa púra leysur.


Tað endaði við 1-1-javnleiki. Føroyar hevði bóltin meira enn Lettland, men sambært málmøguleikum, so var ein javnleikur helst á góðari leið.


Beinleiðis tekstafrásøgnin, sum in.fo hevði frá dystinum, er at síggja niðanfyri hesi hagtølini:


Føroyar – Lettland 1-1 (1-0)

1-0: Atli Gregersen, 27.

1-1: Vladislavs Fjodorovs, 69.


Føroyar: Teitur M. Gestsson – Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Rógvi Baldvinsson – Gilli Rólantsson (83. Klæmint A. Olsen), René Shaki Joensen, Hallur Hansson, Sølvi Vatnhamar (73. Kaj Leo í Bartalsstovu) – Brandur H. Olsen (88. Gunnar Vatnhamar) – Jóan Símun Edmundsson


93min.: Dysturin er liðugur. Tað endaði við javnleiki 1-1.


93min.: Góður møguleikitil Føroyar. Hallur Hansson skjýtur, men skotið verður bjargað til hornaspark.


91min.: Eitt lettiskt skot verður vart út til hornaspark. Vitalijs Jagodinskis ger sjónleik og roynir at fáa eitt brotsspark, men dómarin stendur tætt við og gevur honum gult kort fyri ómakin.


90min.: Tríggir minuttir eru lagdir afturat.


88min.: Gunnar Vatnhamar kemur inn til sín fyrsta landsdyst. Hann kemur inn í staðin fyri Brand Hendriksson.


83min.: Klæmint A. Olsen kemur inn á vøllin fyri Gilla Rólantsson. Hann fer niðan í álopið, meðan Jóan Símun Edmundsson fer út á vongin.


82min.: Risa møguleiki til Lettland! Vladislavs Fjodorovs gerst púra leysur, men skjýtur við síðuna av.


80min.: Lettland kemur í vandamikla støðu í vinstru síðu, men tað endar við, at Trygvi Askham fangar bóltin. Menn eru við at gerast troyttari og dysturin hevur hug at lata seg upp.


75min.: Kaj Leo í Bartalsstovu er komin inn í staðin fyri Sølva Vatnhamar. Hann roynir seg nærum alt fyri eitt við skoti, sum lettiski málverjin tó bjargar rímiliga lættliga.


69min.: Javnleikur 1-1! Tann júst innskifti Vladislavs Fjodorovs smoyggir seg inn um føroysku verjuna og javnar til 1-1.


67min.: René S. Joensen brestur saman við føroyska málverjan, Trygva Askham, men Grindavík-leikarin er tíbetur á fótum aftur og spælir víðari.


63min.: Føroyar fær í tveimum syftum hornaspark. Tað er vandamikið hvørjaferð – ikki tí at okkara fáa høvd ella fót á innleggið, men tí at okkara nærum hertaka alt brotsteigarmarkið.


62min.: Nú var tætt við, at Føroyar økti til 2-0. Brandur Hendriksson sendi eitt frálíkt innlegg í pannuna á Jóan Símuni Edmundssyni, men lettiski málverjin hekk í leysari luft og bjargaði.


60min.: Sólin er farin niður, og tað er leikferðin eisini. Spælið er heldur rótut í løtuni.


56min.: Lettland fær fríspark í góðar støðu, men skotroyndin fer beint upp um málið.


54min.: AndrisJurkovskis fær gult kort fyri at takkla Hall Hansson


46min.: Seinni hálvleikur er byrjaður. Trygvi Askham er komin inn at verja føroyska málið í staðin fyri Teit M. Gestsson.


45min.: Hálvleikur. Uppiborin føroysk 1-0-leiðsla.


44min.: Brandur Hendriksson fær ein snudd í høgra fót í einum nærdysti. Hann verður leiddur út um, men er komin innaftur og sær út til at fáa hildið fram.


42min.: Tað er nógv meira bit í føroysku álopunum, og samanspælið hevur stundum verið sera gott.


40min.: Nú er Lettland meira á bóltinum, og síðstu løtuna hava tað verið nógv fríspørk til lettar í ófarligum støðum.


34min.: Frálíkt samanspæl endar við góðari 1-2-spæling ímillum Rógva Baldvinsson og Gilla Rólantsson. Rógvi smekkar til, men lettiska verjan er fyri.


32min.: Valerijs Sabala er vandamikil. Nú verður hann spældur leysur í einum mótálopi, men Sølvi Vatnhamar rennur væl aftur og fær vart fyri.


27min.: 1-0 til Føroyar! Jónas Tór Næs oysir bóltin út á vinstra vong, har Brandur Hendriksson sendir ein bólt av baklinjuni aftast í feltið, haðani bólturin verður stútaður fyri føturnir á liðskiparanum, Atla Gregersen, ið sparkar bóltin upp undir nettakið til 1-0 til Føroyar. Ein uppiborin leiðsla.


25min.: Føroyar setir skjótt álop í gongd og vinnur sær hornaspark. Tað er Brandur Hendriksson, ið tekur sær av føroysku deyðbóltunum.


23min.: Nú royndi Valerijs Sabala seg við saksasparki, men Teitur M. Gestsson loftar bóltinum. Føroyar hava havt bóltin mest, men í løtuni er tað Lettland, ið hevur eitt lítið trýst.


22min.: Lettland hevur fyrstu veruligu royndina. Valerijs Sabala verður spældur í góða støðu í brotsteiginum, men Teitur M. Gestsson bjargar bóltin út til hornaspark.


20min.: Føroyar eru framvegis omaná og hava sum heild verið greitt betra liðið fyrstu 20 minuttirnar.


13min.: Føroyar søkja aftur at. Eftir gott uppspæl gerst Gilli Rólantsson leysur í vinstru, men innleggið verður ruddað burtur til horna. Hornasparksinnleggið endar hjá Atla Gregersen, sum ikki fær reiðiligt skot á, og lettiski málverjin loftar bóltinum.


10min.: Góður málmøguleiki til Føroyar! Rógvi Baldvinsson langar til uttanfyri brotsteigarmarkið, og bólturin fer á stongina og út aftur í spæl. Føroyar eru við yvirlutan.


5min.: Føroyar hava havt bóltin mest fyrstu løtuna. Lettland hevur vitjað einaferð í føroyska brotsteiginum, men Sonni Ragnar Nattestad kom væl niður og takklaði. Gilli Rólantsson hevur roynt seg við skoti, men ein verjuleikari kom í vegin.


1min.: Dysturin er bríkslaður í gongd.


Føroyska byrjunaruppstillingin: Teitur M. Gestsson – Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Rógvi Baldvinsson – Gilli R. Sørensen, Rene Shaki Joensen, Hallur Hansson, Sølvi Vatnhamar – Brandur H. Olsen – Jóan Símun Edmundsson


Byrjunaruppstillingin hjá Lettlandi: Vanins – Freimanis, Durba, Jagodinskis, Tarasovs, Jurkovskis – Indrans, Hmizs, Kazacoks – Torres, Sabala


Undan dystinum: Tað er longu nú greitt, at Teitur M. Gestsson fer at vera í málinum í fyrra hálvleik, meðan Trygvi Askham loysir hann av eftir hálvleikssteðgin.