Javnleikur millum systkinabørnini í bestu svensku hondbóltsdeildini

Familju- og føroyingauppgerðin millum Sävehof og Hallby endaði við javnleiki

Seinnapartin var familju- og føroyingauppgerð í bestu svensku hondbóltsdeildini í Partille í Göteborg.

 

Favorittarnir, Sävehof við Óla Mittún og liðfelagar hansara tóku á heimavølli móti systkinabarninum, Róa Ellefsen á Skipagøtu, Pæturi Mikkjalssyni og liðfeløgunum í Hallby.

 

Dysturin endaði við málríkum javnleiki 30-30, ið er eitt sera flott úrslit hjá Hallby. Í steðginum var støðan javnleikur 13-13.

 

Hallby legði hart út og vóru á odda 7-4. Fyrstu løtuna skoraði Rói fýra mál. Óli kom fyrst í spæla miðskeiðis í fyrra hálvleiki, men kortini eydnaðist tað honum at gerast greiður toppskjútti. Óli hevði enntá møguleikan at skora til 31-30 til Sävehof, men skotið var blokkerað.

 

Hetta er fjórði javnleikurin hjá Hallby, men bert annar javnleikurin hjá Sävehof hetta kappingarárið.

 

Óli skoraði níggju mál og legði upp til tvey mál hjá Sävehof. Fyri Hallby skoraði Rói fimm mál og legði upp til fimm mál. Nøkur av málunum hjá Róa vóru upp á góð hoppiskot. Pætur fekk tveir málmøguleikar, og hann setti báðar í netið fyri Hallby.

 

Sävehof er framvegis greitt oddalið í deildini, nú við 32 stigum. Teir eru fimm stig frammanfyri Hammarby, ið hevur leikt ein dyst fleiri.

 

Hallby er triðaftast í deildini við 12 stigum, men nú hava teir seks stig niður til aftasta plássið, ið merkir beinleiðis niðurflyting til næstbestu deildina. 

 

Komandi mikukvøld ferðast Hallby aftur úr Jönköping til Vestur-Götaland. Hesaferð fyri at spæla dyst móti Alingsås.

 

Komandi fríggjakvøld tekur Sävehof móti Skövde á heimavølli, men longu týskvøldið klokkan 19.45 skal Sävehof spæla dyst á útivølli í millumumfarinum í EHF European League móti Nexe úr Kroatia.