Javnt heima á Sandi

B71 hevur havt eina góða byrjan á kappingarárið. Í dag fingu teir vitjan av GÍ, sum ikki hevur sligið heilt til í ár. Liðini samdust um javnleik heima á Sandi í dag, hóast heimaliðið fleiri ferðir burdi havt avgjørt dystin.

 

Fyrri hálvleikur kundi blivið ein sonn málveitsla. B71 skapti fleiri stórar møguleikar, men neyvleikin var als ikki til staðar. Eisini sat B71 á nógv tí mesta av spælinum, so GÍ kundi ikki vera annað enn nøgt við málleysa javnleikin í hálvleikinum.

 

Í seinna hálvleiki varð lagt hart fyri. Dómarin hevði ikki meir enn bríkslað spælið í gongd, tá ið GÍ legði seg á odda við máli frá John Dalheim. Fáar minuttir seinni javnaði Magnus Olsen tó fyri heimaliðið, og 1-1 gjørdist eisini endaliga úrslitið.

 

B71 og GÍ hava bæði 8 stig á ávíkavist 6. og 7. plássi.