Tað er nú púra javnt millum Manchester City og Manchester United í oddinum í Premier League. Manchester United vann stórt á Wigan, meðan Manchester City spældi javnt á útivølli móti WBA. Liverpool spældi enn eina ferð javnleik.
Fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum megnaði Manchester City ikki at skora í einum Premier League dysti, tá teir í vitjaðu West Bromwich Albion. Gestirnir høvdu bóltin mest og høvdu flest royndir á mál, men megnaði ikki at bróta verjuna hjá WBA niður.
Manchester United vann ein lættan 5-0 sigur á Wigan á Old Trafford. Ji-Sung Park legði heimaliðið á odda tíðliga í dystinum. Stutt fyri hálvleik fekk Wigan ein mann útvístan og minuttin eftir økti Dimitar Berbatov.
Í seinna hálvleiki var einki at koma eftir hjá gestinum og Dimitar Berbatov skoraði tvey afturat og skoraði sostatt eitt hattrick. Luis Valencia fekk eisini eitt mál. Sigurin merkir, at bæði Manchester liðini hava 45 stig, men Manchester City hevur betri málmun.
Liverpool hevði vitjan á heimavølli móti Blackburn, sum liggur niðast. Blackburn kom á odda seint í fyrra hálvleiki, tá Liverpool miðvallarin, Charlie Adam, gjørdi sjálvmál. Liverpool javnaði tíðliga í seinna hálvleiki við máli, sum Maxi stútaði.
Liverpool trýsti tað, sum var eftir av dystinum, men megnaði ikki at skora. Liverpool hevur nú spælt sjey javnleikir í ár.
Newcastle vann 2-0 á útivølli móti Bolton, meðan Sunderland og Everton deildu stigini.
Premier League:
2. jóladag:
Chelsea Fulham 1-1
Bolton Newcastle 0-2
Liverpool Blackburn 1-1
Manchester United Wigan 5-0
Sunderland Everton 1-1
WBA Manchester City 0-0
Stoke Aston Villa (19:45)
27/12:
Arsenal Wolverhampton (15:00)
Swansea QPR (17:00)
Norwich Tottenham (19:30)