Nógv fólk og nógvir bilar vóru á Svangaskarði sunnudagin, tá ið 1. deildarliðini hjá B68 og HB dystaðust. Tey, sum vóru komin at hyggja eftir dystinum, fara helst skjótt at gloyma fyrra hálvleik, tí at hann var stak vánaligur. Harafturímóti var seinni hálvleikur rættiliga undirhaldandi við nógvum málmøguleikum.
HB mundi lagt seg
á odda beinanvegin
Í fyrra hálvleiki vóru málmøguleikarnir ikki so nógvir í tali. Tó so, nakrir vóru. Tað var nær við, at gestirnir løgdu seg á odda tíðliga í dystinum. Ein bóltur bleiv spældur inn um B68-verjuna til Allan Mørkøre, sum sá út til at vera rangstaddur, men púra leysur við Magnusi Poulsen í B68-málinum skeyt Allan við síðuna av.
Sum sagt, so vóru tað onkrir aðrir møguleikar í fyrra hálvleiki. Millum annað hevði Øssur Jacobsen hjá B68 eitt skot, sum smeyg sær fram við aðrari málsamankomingini hjá Bárði Johannesen í HB-málinum. Eisini hevði Andrew av Fløtum hjá HB ein góðan skallara, sum Magnus Poulsen bjargaði í stórum stíli.
Ein hending var í fyrra hálvleiki, sum átti at fingið størri avleiðingar fyri báðar leikararnar, sum tóku lut í henni.
Liðskiparin á landsliðnum, Jan Dam, letur bóltin fara út um baklinjuna, so at HB fær málspark. Í somu løtu, sum bólturin fer út um, kemur Fróði Benjaminsen hjá B68 og sparkar Jan ógvusligani, so at hesin fer um koll. Øði kemur í Jan, sum reisur seg og tekur í bringuna á Fróða og blakar hann niður í vøllin.
Dómarin, Suni Johansen, velur at døma málspark og geva Jan gula kortið. Eingin ivi er um, at rættast hevði verið, um Jan Dam fekk reyða kortið og Fróði Benjaminsen tað gula.
Nógvir málmøguleikar í seinna hálvleiki
Eftir steðgin kom verulig ferð á spælið, hóast tað ikki altíð var nakað serliga væl polerað spæl, ið var at síggja.
Tvær reisur fekk HB hjálp frá málrammunum, so at B68 ikki fekk mál. Fyrru ferðina var, tá ið Fróði Benjaminsen hevði eitt brandskot, sum fór á sjálva samankomingina. Seinnu ferðina var tað Øssur Hansen, sum fekk eitt innlegg úr høgru, men skallarin hjá Øssuri var so mikið óneyvur, at hann endaði uttarlaga á øðrum stólpanum. Í tí førinum átti Øssur helst at havt givið toftamonnum leiðsluna.
Ein onnur toftaroynd mundi eisini givið mál, men í evstu løtu fekk Hans á Lag bjargað HB, áðrenn bólturin fór inn um málstrikuna.
Gestirnir úr Havn høvdu sanniliga eisini sínar møguleikar. Súni Fríði Johannesen sendi beint fram við málinum, eftir at hann var spældur einsamallur við Magnusi Poulsen.
Haraftrat hevði Magnus nakrar frálíkar bjargingar frá ávíkavist Andrew av Fløtum og Súna Fríða Johannesen. Serliga bjargingin av royndini hjá Súna Fríða var framúr góð.
Hóast nógvu møguleikarnar, so kom einki mál í dystinum. Tað er eisini ilt at taka dagar ímillum, hvat ið var tað betra liðið. Kanska hevði HB heldur fleiri málmøguleikar, men B68 hevði teir vandamiklaru. Javnleikur var eitt rættvíst úrslit av dystinum, men 2-2 hevði verið rættari enn 0-0.
Liðini
Toftamenn høvdu eina vælvirkandi verju sunnudagin. Á aftasta manni leikti Sámal Erik Hentze væl, men serliga uppdekkarin Niels Poulsen spældi ein sera góðan dyst. Jákup Eli Olsen kom inn á vongbakkin stutt fyri hálvleik, eftir at hava verið burtur í longri tíð vegna skaða. Hann spældi sannførandi, og ikki sá út til at skaðin nervaði hann. Eisini leikti Jan Petersen væl á høgru síðu á miðjuni.
Hjá havnarmonnunum manglaðu tveir av grundstuðlunum. Kaj Leo Johannesen var burtur í arbeiðsørindum, og Hans Fróði Hansen hevði ligið sjúkur, síðan landsliðið kom aftur úr Estlandi. Bárður Johannesen loysti Kaj Leo av í málinum og stóð seg væl, og Jan Dam kom inn aftur á HB-liðið fyri Hans Fróða.
Miðjan hjá HB virkaði ikki væl sunnudagin, og bæði Allan Mørkøre og Jens Erik Rasmussen úti í borðunum tóktust ikki at verða komnir fyri seg eftir stórtapið í Estlandi hósdagin. Heldur ikki Ingi Rasmussen og Rúni Nolsøe inni á miðjuni høvdu ein dag, sum teir fara at minnast aftur á við gleði. Hinvegin kann sigast, at bæði Hans á Lag og Jan Dam í miðverjuni stóðu seg rímiliga væl.
Dømingin
Dømingin á Svangaskarði sunnudagin var alt annað enn góð. Dómarin stóð veikur í myndini, og heldur ikki linjuverjarnir vóru altíð væl við.
Í fyrra hálvleiki var ein hending, sum áðurnevnt, ið átti at verið revsað væl strangari. Onkrar aðrar hendingar vóru eisini, sum skuldu verið revsaðar øðrvísi. Eitt nú, tá ið beinini á Jens Erik Rasmussen á veg í HB skjótálopi blivu tikin undan honum, men dómarin dømdi, til stóra undran fyri bæði havnarfólk og toftafólk, als einki! Ella tá ið HB-leikari forðaði B68-leikara í fullari ferð í vinstru síðu. Í tí seinna førinum hevði eitt gult kort ført við sær, at HB-leikarin hevði fingið reyða kortið, tí at hann longu hevði fingið gult.
Ta einu løtuna var tað so, at dómarin dømdi einki til havnarliðið, og tað tóktist, sum um hetta var við til at fáa spælið at harðna til tíðir. Fimm gul kort vóru givin. B68 fekk eitt, og HB fekk fýra. Hetta var ikki heilt rætt býtt, tí at millum annað átti sum áðurnevnt Fróði Benjaminsen at fingið eitt gult, og Jan Dam eitt reytt. Eisini átti Jákup Eli Olsen at fingið gult kort fyri eina sera harða takling á Johannes Joensen, men eisini tá tagdi dómarin.