- Javnvág millum krøv of møguleikar -

Eitt sum eyðkennir lond við væl eydnaðari integratión er, at samsvar er ímillum treytirnar sum verða settar tilflytarunum og møguleikarnir hjá tilflytarunum at liva upp til treytirnar.

Ein treyt vit vilja seta tilflytarum, sum ynskja at søka um fast uppihaldsloyvi í Føroyum er:

- at tey læra seg føroyskt

Og tað er týdningarmikið; tí vit vita, at tað at duga málið er ein av fyrstu fortreytunum fyri at kunna luttaka í samfelagnum - og luttøka fremur integratión.

Í 2024 kom 'lógin um føroyskt sum annaðmál'. Hon hevur til endamáls at tryggja øllum tilflytarum í Føroyum møguleikan til at fáa ókeypis undirvísing í føroyskum.

Hetta ljóðar alt gott. Javnvág ímillum treytir og møguleikar.

Trupuleikin er bara, at vit hava ikki játta ikki peningin sum skal til, fyri at vit kunnu halda okkara egnu lóg:

- Enn manglar ein játtan til at eftirmeta og liðugtgera námsætlanina

- og enn manglar ein játtan pengar til at fáa útbúgvið fleiri undirvísararnar til at undirvísa í føroyskum sum annaðmál.

Ábyrgdin av góðari integratión er tvey-vegis. Í grundini lýsur føroyska orðið 'samansjóðing' hetta betur. Tí samansjóðing leggur upp til, at hetta er nakað vit gera í felag.

Latum okkum nú gera okkara part, so at tað verður lættari hjá útlendsku tilflytarunum at gera sín