Jazzur á Hvonn

Týskvøldið er jazzur aftur á skránni á Hvonn

Tá spælir bólkurin Trio Magnussar og vinmenn. Trio Magnussar eru Magnus Johannesen á klaver, Rógvi á Rógvu á trummum og Edvard N. Debess á bass, men av tí at hann er burturstaddur hevur trioin fingið Johannes á Rógvu Joensen við ístaðin. Afturat sær hevur trioin fingið nakrar vinmenn ella gestatónleikarar. Teir eru Ólavur Olsen á trompet og Dávur Juul Magnussen á trombone. Teir eru báðir kendir í ymsum høpi, bæði her í Føroyum og uttanlanda. Alt bendir á, at hetta verður eitt sera gott tónleika kvøld. Tónleikurin byrjar kl 21.