– At leggja eitt uppskot til fyri løgtingið, sum ein útlendsk fyritøka hevur evnað til, er ein háðan móti aldargamla føroyska løgtinginum.
Tað sigur Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, sum spyr løgmann, hví hann drálar við at taka neyðugu avgerðina. Jenis av Rana vísir á, at ein samanumtøka av støðuni í tunnilsmálinum vísir greitt, at politiska skipanin fult og heilt hevur mist yvirlitið og stýringina, og at ætlaða loysnin, ið m. a. er grundað á rossahandlar, fer at volda samfelagnum óbøtandi skaða.
– Einki samfelag kann liva við tí niðurlaging av grundleggjandi demokratisku samfelagsskipanini, sum verður framd móti føroysku parlamentarismuni. At krógva týðandi upplýsingar fyri lóggevandi valdinum og at niðurgera føroyskan sakkunnleika er óhoyrt, men at leggja eitt uppskot til fyri løgtingið, sum ein útlendsk fyritøka hevur evnað til, er ein háðan móti aldargamla føroyska løgtinginum.
– Sum er rekur tjóðin fyri vág og vind, og nógv bendir á, at vit politiskt rena okkum føst komandi vikurnar. Tí er alneyðugt, at løgmaður vaknar, leggur kongin á tunnilsøkinum og gevur politisku skipanini eitt tiltrongt timeout at finna fótafestið aftur, bæði á tunnils- men eisini øðrum tíðandi økjum. Vit hava als ikki ráð til meira drál, sigur Jenis av Rana.
Lesið viðmerking hansara VIÐ AT TRÝSTA HER