Tað var ikki í lagi, tá Jenis av Rana valdi ein mann í kringvarpsstýrið fyri Elina Winther Poulsen, sum legði frá sær herfyri. Jenis av Rana valdi tá Símun Jóanesarson Hansen sum formann, og harvið vóru fimm mans og tvær kvinnur í stýrinum.
Og tað er ikki í ordan sambært javnstøðulógini.
Kringvarpið hevur fingið innlit í niðurstøðuna hjá Javnstøðunevndini, sum hevur viðgjørt málið.
Sambært javnstøðulógini skulu vera trý av øðrum kyninum og fýra av hinum kyninum í stýrinum.
Landsstýrismaðurin er biðin um at fáa lógarbrotið rættað innan tvær vikur frá 6. september, og tað vil siga, at hann skal velja nýtt umboð áðrenn týsdagin í næstu viku.