Hvar og hvussu fert tú at halda nýggjár?
- Vit verða í barnaheimi mínum í Trongisvági, sigur Jenis av Rana.
Hann vísir á, at á nýggjárinum í fjør og nú aftur í ár er hann biðin um at avloysa í einari av læknaviðtalunum á Tvøroyri, har eingin fastur lækni er.
- Í fjør upplivdu vit fyri fyrstu ferð at síggja gonguna niðan og oman av Oyrnafjalli. Eg hevði vakt, so vit kundu ikki taka lut, men vit gleddust um vøkru sjónina, tá stóri hópurin í skýming og myrkri kom omanaftur av fjallinum.
Jenis sigur, at nøkur bóru kyndlar, flestu lýstu við fartelefonini, og nakrar rakettir vórðu eisini sendar upp.
- Hetta var ein stórfingin uppliving - eisini mitt í øllum at verða boðsendur á læknavitjan í Vági og harvið eisini at fáa eina hóming av nýggjárshaldi teirra, leggur hann aftrat.
Hvat var tað besta, sum hendi í 2025?
- Heilt greitt tær friðaravtalur, ið fingust í lag runt heimin, har stríðandi partar løgdu vápnini og virdu tað eginvirðið, sum hvør einstøk menniskja og hvørt einasta mannalív hevur!
Og hvat var tað keðiligasta í 2025?
- Deyðans løta á Føroya løgtingi hin 4. desember, tá 17 tinglimir í hjartaloysi løgdust á ófødda barnið og foreldur tess og góvu barnið upp til skutils.
Jenis av Rana heldur, at hetta var ein skilaleys avgerð, sum avdúkaði eina ómenniskjaliga síðu av føroyskum politikarum.
- Sum tænarar fólksins áttu hesir - og serliga hesa løtuna - at gjørt manngarð um barnið og foreldur tess og veitt ta hjálp, sum ein framkomin tjóð, sum hin føroyska, hevur ráð til - og sum fedrar okkara søguliga eru kendir fyri.
Hvørjar vónir hevur tú fyri 2026?
- Vón, bøn og ynski mítt fyri heimin og íbúgvar heimsins er friður! Friður í Ukraina, friður í Nigeria, friður í Miðeystri, Sudan, Somalia, Kongo - og vit kundu tíverri hildið leingi á.
Og Jenis leggur aftrat:
- Vón, bøn og ynski mítt fyri Føroyum er friður! Friður hjá barninum í móðurlívi og friður hjá mammum og foreldrum! At tey kunnu kenna seg trygg og fáa ta hjálpina, sum ger, at tey kunnu gleða seg at taka ímóti komandi nýfødda barninum.
Gevur tú eitt nýggjárslyfti?
- Ja, eg lovi at biðja enn meira til Himmalska faðir okkara um, at vit mugu fáa eina andaliga veking - ikki bert í Føroyum, men um allan heim. Eina veking, sum broytir menniskju og samfeløg til at tæna Gudi og elska hvønn annan. Tað er einasta vón í dagsins annars vónleysu støðu.
Og Jenis av Rana endar við hesum orðum:
Kristus er svarið til heimsins stóru neyð,
Kristus kann frelsa úr vanda, sorg og deyð.
Spurningar lívsins níva mangan mann,
teir eina Kristus svara, loysa kann,
tí Kristus er svarið til heimsins neyð.











