Í dag, mikudagin 8. juni, verður Jens Christian Guttesen í Havn 50 ár. Jens Christian er havnarmaður, og hann hevur alla sína tíð fingist við sang og tónleik.
Foreldrini hjá Jens Christiani vóru Pavla og Jens Guttesen, sum bæði vóru ættaði úr Havnini. Jens Christian eigur tríggjar systrar, sum eru eldri enn hann: Jóna, Katrin og Gunrið. Jóna og Gunrið búgva í Havnini og Katrin býr á Eiði.
Tíðliga í tíðini fór Jens Christian til Danmarkar at nema sær kunnleika í cellospæli. Seinni var hann í Noregi, og nú hevur hann í fleiri enn tjúgu ár verið lærari í musikkskúlanum. Umframt at hava undirvíst í Havnini hevur hann ferðast eitt nú í Eysturoynna og til Klaksvíkar at undirvísa.
Síðani Føroya Symfoniorkestur varð sett á stovn, hevur Jens Christian verið tí hollur stuðul.
Jens Christian hevur frá tí hann var blaðungur sungið í sangkórinum í Ebenezer, har pápi hansara í mong ár var leiðari. Í fleiri enn tjúgu ár hevur Jens Christian havt ábyrgdina av kórinum. Hann hevur eisini í øll árini, síðani dupultkvartettin sá dagsins ljós, verið ein av stuðlunum har. Dupult kvartettin hevur við sínum framúr góða sangi verið til gleði og troyst og uppmuntran so nógva staðni.
Jens Christian giftist í 1982 við Kristinu, fødd Joensen og ættað úr Klaksvík. Tey búðu í Havnini, men longu í 1990 doyði Kristina av sjúku.
Í 1995 giftist Jens Christian við Maluni, fødd Gaard og ættað úr Havnini. Tey eiga trý børn - Annika fødd í 1995, Pavla fødd í 1998 og Jens, sum er føddur í 1999. Tey búgva í Grønulíð, har tað bæði inni og úti sæst væl til sera góðu handverkaraevnini hjá Jens Christiani.