Esbjerg forenede Fodboldklubber, sum spælir í donsku 1. deildini, hevur gjørt avtalu við Jens Erik Rasmussen um, at føroyski spælarin skal koma niður til Esbjerg at spæla við teimum, so skjótt sum tann føroyska landskappingin er av.
Síðsta umfarið í landskappingini verður leygardagin 4. oktobur, men tað verður neyvan aktuelt hjá Jens Eriki at spæla við Esbjerg fyrr enn annað vikuskiftið eftir, tí leygardagin 11. oktobur skal landsliðið spæla í Gíjon í Spania.
Avtalan røkkur til vetrarfrítíðina
Jens Erik Rasmussen váttar fyri okkum, at hann hevur gjørt eina avtalu við Esbjerg:
? Eg var í summarfrítíðini niðri og vitjaði Jan Allan Müller, og tá vandi eg fleiri ferðir saman við teimum. Síðani tá hava vit verið í sambandi hvør við annan, og nú er so ein avtala gjørd, men hon er bara galdandi í ein mánað, tí fyrst í novembur fer danska kappingin í vetrarfrí. Vit hava einki tosað um, hvussu tað verður eftir vetrarfrítíðina, sigur vágamaðurin í HB, sum avgjørt ætlar sær at spæla í Føroyum, til landskappingin er lokin.
Taptu tvær ferðir á heimavølli í eina viku
Og tað er mangt, sum bendir á, at felagið, sum Jens Erik Rasmussen skal spæla við, hevur brúk fyri øllum góðum kreftum.
Í síðstu viku taptu teir tvær ferðir á heimavølli ímóti Viborg, ið tykist vera á veg aftur í superliguna, sum teir fluttu niður úr í summar.
Fyrst tapti Esbjerg 5-1 í landskappingini. Jan Allan Müller var við Esbjerg ta ferðina, og Esbjerg var á odda 1-0, áðrenn korthúsið skramblaði saman. Eftir at Jan Allan Müller var farin til Føroya at fyrireika seg til landsdystin ímóti Kekkia, var Viborg aftur í Esbjerg. Ta ferðina galt tað steypakappingina. Viborg vann 3-1, og harvið er leikluturin hjá Esbjerg í steypakappingini av á hesum sinni.
Tørva fólk
Esbjerg hevur ikki havt nakað serliga glæsiliga byrjan uppá nýggja kappingarárið. Teir høvdu ætlað sær at ligið omanfyri miðjuna, men í løtuni liggja teir og knappast um niðurflytingarstrikuna.
? Eg haldi, at vit hava fólk til betri støðu enn hana, sum vit eru í nú. Men vit hava havt stórar trupulleikar, og eg vóni, at Jens Erik Rasmussen kann vera við til at hjálpa okkum at røkka einari betri støðu, heldur Jan Allan Müller, sum sjálvsagt fegnast um, at vinmaðurin kemur niður at spæla saman við honum.
Jan Allan Müller og Jens Erik Rasmussen hava áður spælt saman í Danmark. Teir vóru báðir í Horsens fyri nøkrum árum síðani.
Einki jubileum
Leygardagin hevði Jens Erik Rasmussen møguleika at spæla á landsliðnum fyri 25. ferð, men hann varð ikki skiftur inn, hóast tað tóktist sum miðvøllurin leið undir umleið somu trupulleikunum, sum hann gjørdi, tá Føroyar spældu ímóti Kekkia á útivølli. Ta ferðina bøtti tað munandi um samanspælið, tá Jens Erik Rasmussen kom inn.
jh