Jens Marni letur tónleik til danskt talkshow

Sangur hjá kollfirðinginum Jens Marna Hansen verður brúktur sum eyðkennislag í nýggjum talkshowi hjá Ekstrablaðnum. Umboð fyri Ekstrablaðið komu fram á Jens Marna á veitslu í Føroyum. Hesa vikuna er Ekstrablaðið farið undir fyrsta danska talkshowið, sum verður gjørt útilokandi til web-tv. Vertir fyri sendingini eru Karen Thisted og Huxi Bach, sum higartil hava verið kendir útvarpsvertir í Danmark. Nú skulu tey so eisini royna seg sum sjónvarpsvertir á heimasíðuni hjá Ekstrablaðnum.

 

Tónleikurin, sum verður brúktur í nýggja talkshowinum, er ikki ókendur í Føroyum. Ein sangur hjá Jens Marna Hansen er nevnliga valdur sum eyðkennislag fyri talkshowinum. Tað er sangurin Maybe Tomorrow, sum er at finna á seinastu útgávuni hjá Jens Marna.

 

Anders Refnov, sum er projektleiðari fyri talkshowið, sigur, at han kom fram á Jens Marna á eini vitjan í Føroyum í heyst. Tá vitjaðu umboð fyri Ekstrablaðið Sosialin, og Jens Marni spældi fyri donsku gestunum á eini veitslu.

 

- Jens Marni hevur eitt rættiliga gott ljóð, og tá eg skuldi finna eyðkennislag til nýggju sendingina, leitaði eg eftir onkrum, sum var rátt og hevði kant. Tá eg royndi at brúka Maybe Tomorrow hjá Jens Marna, var tað eitt plettskot, og tí valdu vit tann sangin, sigur Anders Refnov.

 

Nýggja talkshowið ? við tónleiki frá Jens Marna ? kann síggjast á hesi slóðini:

ekstrabladet.dk/flash/filmogtv/tv/article1495467.ece