Jens vann Copenhagen Marathon

Sunnudagin varð Copenhagen Marathon runnið, og sum altíð, vóru føroyingar við í stóra riðlinum, sum fór stunandi gjøgnum gøturnar í Keypmannahavn. Onkuntíð hava upp móti 50 føroyingar verið við, men sambært Frælsur Ítróttur Føroyar vóru um 20 luttakarar við í ár.

 

Vágamaðurin Jens R. Weihe hevur verið fastur fúsur í Copenhagen Marathon seinastu árini og hevur fleiri ferðir vunnið sín aldursbólk. Tað gjørdi hann aftur í ár.

 

Hóast hann skjótt fyllir 69 ár, smurdi hann hinar 65 luttakararnar í aldursbólkinum 65-69 ár av. Á mál var hann átta minuttir framman fyri rennaran á øðrum plássi. Frælsur Ítróttur Føroyar skrivar, at tíðin hjá Jens R. Weihe var 3.18,49. Samanlagt gjørdist Jens R. Weihe nummar 480 av teimum 9.400 luttakarum.

- Næsta ár kemur hann at renna í bólkinum +70 ár, og verður tá stórfavorittur. Vinnarin í hesum bólkinum sunnudagin rann beint undir fýra tímar, stendur at lesa á fif.fo.

 

Á heimasíðuni hjá Frælsur Ítróttur Føroyar er eitt yvirlit yvir teir føroyingar, sum síðan veit um luttóku í Copenhagen Marathon í ár. Hesar vóru tíðirnar:

 

Lau Jensen 3.10.42

Annfinn Hálsagarð 3.17.47

Jens R. Weihe 3.18.49

Jóhan Simonsen 3.21.25

Herluf Jakobsen 3.22.21

Jógvan Jacobsen 3.30.09

Róar Akralíð 3.50.14

Lilly Hansen 3.51.35

Eydna Olsen 4.09.22

Mogens Fríði Petersen 4.10.04

Paul Kragesteen 4.18.42

Henrik Kølleskov og Beinta Laksafoss umleið 4.34.49

Elin Joensen 4.40.59

Sára Jacobsen 4.42.05

Tordis Tróndarson 4.46.28

Bjørt Simonsen 4.57.25

Asbjørn Mikkelsen 4.59.03

 

Jógvan Svabo Samuelsen 5.08.41