Jeremy Corbyn undir trýsti í formansvalinum

Jemery Corbyn, leiðari í bretska Labour flokkinum, er undir trýsti í valstríðnum leiðarasessin í flokkinum.

 

Eftir Brexit fólkaatkvøðuna, kom Jeremy Corbyn undir so stót trýst frá sínum egnu, at eitt misálit á hann var reist innanflokka. Orsøkin sigst verða, at fleiri mettu, at við honum sum leiðara fór Labour ikki at vinna fram aftur í bretskum politikki. Eisini var ov afturhaldin í sínum royndum at tosa fyri einum framhaldandi bretskum ES limaskapi.

 

Valdysturin er nú ímillum Jeremy Corbyn og Owen Smith, ið var talsmaðu fyri andstøðuna í Arbeiðs- og pensjónsmálum. Jeremy Corbyn hevur verið átalaður fyri at gera Labour til eitt fjepparafelag fyri Trotskyistar og sosialistar, ið ynskja seg aftur til 1980ini. Í eini roynd at venda rákinum frá Margaret Thatcher í 80unum, vendi Labour harliga til vinstru, fyri at fáa samband aftur til síni upprunaligu virðir. Tað riggaði als ikki og Labour var settur uttanfyri øll árini í 80unum.

 

Jeremy Corbyn hevur víst hesum aftur, men heldur uppá, at flokkurin var farin ov langt frá sínum virðum, so sum arbeiðirarættindini og verja av teimum veiku í samfelagnum.

 

Fleiri túsundtals limir í Labour hava fingið noktað loyvi at greiða atkvøðu í valinum tí tey hava verið limir ov stutt tíðarskeið. Hetta hevur fingið øði í hjá nógvum, serliga Corbyn viðhaldsfólki, tí teir nýggjulimirnir í flokkinum eru fyrst og fremst Corbyn viðhaldsfólk.