Jesper René á konsertferð

Komandi vikurnar er klaverleikarin Jesper René á konsertferð í Føroyum. Frá mikudegnum 15. november til leygardagin 25. november fer hann at hava heilar sjey almennar konsertir og átta skúlakonsertir.

 

Jesper René er føddur í 1974 og hevði fyrstu framførsluna aftan á lokna útbúgving saman við Odense symfoniorkestri í 1989. Hann hevur seinastu 10 árini havt eitt ótal av konsertum.

 

Sum nærmast tann einasti í Norðanlondum hevur hann serliga framført tey stóru klaververkini av Bach. Í seinastuni hevur hann til dømis framført Das Wohltemperierte Klavier i Grønlandi og Goldberg variatiónirnar, sum hann eisini spælir í smáum serstøkum støðum sum til dømis í fongslinum í Herstedvester.

 

Jesper hevur eitt sera stórt repertoire at oysa av, so konsertskráin er ofta snikkað saman, so hon hóskar júst til staðið hann spælir. Ein aðalhugsan hjá Jesper René er, at tey stóru tónleikaverkini eisini skulu spælast í teim smáu støðunum, har tey ikki vanliga eru at hoyra.

 

Til kirkjukonsertirnar, sum vera í Miðvágs kirkju, Hvalbiar kirkju og Havnar kirkju, fer Jesper at framføra stórverkið “Goldbergvariatiónirnar” av Bach. Hetta verkið er eitt tað størsta tangentverkið, sum nakrantíð er skapað. Tað byrjar við einum einklum lagi – ein Aria – og so koma 30 ógvuliga ymiskar variatiónir av Ariuni. Tað vil siga, at tú sum áhoyrari tann tíman, sum verkið tekur, sleppur at lurta eftir tí sama lagnum í nógvum ymiskum hamum. Tað verður ein heilt serstøk uppliving at hoyra hetta verkið framført í kirkjum við øllum teim talandi umstøðum har eru.

 

Til konsertina í Listasavninum á Sandi. hevur Jesper valgt at spæla tvey verk af russiskum tónaskøldum, nevniliga “Sýningarmyndir” (á donskum kendt sum “Udstillingsbilleder”) eftir Mussorgsky og “Árstíðirnar” eftir Tjaikowski. Bæði verkini eru sera myndaskapandi og hóska tí væl at spæla á einum listasavni – har myndirnar, sum hanga á veggjunum, væl kunnu upplivast saman við myndunum, sum hoyrast í tónleikinum.

 

Til konsertirnar í Mentanarhúsinum í Fuglafirði og i Hátún á Musikkskúlanum í Havn fer Jesper at spæla eina víðfevnda skrá við ymiskum klavertónleiki: Balladir eftir Brahms, Nocturnir eftir Chopin, Estampes eftir Debussy og Mánalýsissonatuna eftir Beethoven.

 

Konsertferðin verður stuðlað av Konsertfelagnum og fleiri kommunur hava eisini veitt stuðul til konsertir á staðnum.

 

Almennu konsertirnar hjá Jesper verða hesar:

 

Mikudagin 15. kl. 20, Hátún

 

Hósdagin 16. nov. kl. 20, Mentanarhúsið í Fuglafirði

 

Leygardagin 18. nov. kl. 11.30, Matiné í Havnar kirkju

 

Mánadagin 20. nov. kl. 19.30, Hvalbiar kirkju

 

Týsdagin 21. nov. kl. 14, Tilhaldið í Havn

 

Mikudagin 22. nov. kl. 19.30, Listasavnið á Sandi

 

Fríggjadagin 24. nov. kl. 19.30, Miðvágs kirkju, skrivar Konsertfelagið.

 

##med2##