JESUS?99-stevnan heldur áfram

Í vár, 15.-21. februar, skipaði ein tvørkirkjulig ungdómsnevnd fyri ungdómsráðstevnuni JESUS?99.

Endamáli við JESUS?99 er at ung úr teimum ymisku trúðarbólkunum, í felag, brenna fyri at boða gleðiboðskapin um Jesus, út til onnur ung.

Á møtunum og seminarinum sum vóru, upplivdu bæði ung og eldri Jesu signing á ymiskan hátt.

Tað hevði við sær, at fyrsta JESUS?99-møtið var leygardagin tann 1. Maj í Hoyvíkar Skúla, har ung greiddu frá tí tey høvdu uppliva á stevnuni.

Leygarkvøldið kl. 20 í Rhema á Hálsi verður aftur høvið at hoyra vitnisburðar frá stevnuni, sang og útisetar vitna eisini. Ungdómar úr øllum fríkirkjum verða við.

Aftaná møtið verður hugnaløta í Frelsunarherðinum í Tórsgøtu, har umframt kaffi og køkur verða at fáa, verður roynt spennandi lovsangs-maraton-jam.

Øll eru vælkomin, bæði ung og eldri. Sjá lýsing í blaðnum.