Jesus tosar føroyskt

Endiliga slapp eg at gera nakað fyri Jesus-pápa, segði Elin Mouritsen leikstjóri, tá »føroyski« Jesus-filmurin varð avdúkaður í Norðurlandahúsinum týskvøldið. Talan er um fyrsta spælifilmin í fullari longd, sum er synkroniseraður til føroyskt, og tí var hetta ein søguligur dagur. Talan er samstundis um eina uppgávu, sum kirkjur, kristiligar samkomur og felagsskapir hava lyft í felag

Fylg mær!
Hesi bæði orðini søgd av munni Jesusar munnu vera sjálv kjarnin í kristnu trúnni hjá mongum føroyingi. Orðini vóru samstundis tey bæði fyrstu, sum føroyski almenningurin fekk at hoyra úr filminum Jesus, sum er týddur til føroyskt.
Í Norðurlandahúsinum týskvøldið var filmurin lagdur fyri føroyska almenningin, brot vóru víst, og góða uppmøtingin vitnaði um, at filmurin hevur stóran áhuga millum fólk. Áhugavert var at síggja nógv kend andlit fyri ymiskar samkomur í Føroyum, sum loksins hava fingið nakað at vera púra samd um.
Talan er um fyrsta stórfilm yvirhøvur, sum fullkomiliga er synkroniseraður til føroyskt. Hvussu úrslitið er, fara helst nógvar meiningar at vera um. Tað er týðiligt, at munnurin á Jesusi, leiktur av Brian Deacon, ikki altíð samsvarar heilt við røddina hjá Pálli Danielsen, sum leggur føroyska tungu til. Men eftir eina løtu hugsar tú ikki so nógv um, at samsvarið ikki er 100 prosent.
Í fyrstuni er tað eisini løgi, at sjálvur Jesus skal ljóða sum Páll Danielsen, ið er kendur líka frá SATSA til Likkulikkuleia. Men tað venur tú teg eisini við, og Páll kemur væl frá uppgávuni at bera gleðiboðskapin.

Sonne knýtir saman
Filmurin, sum byggir á Lukasar evangeliið, er frá 1979, og upptøkurnar eru gjørdar í Ísrael. Hann er um Jesu lív, frá føðing til uppreisn. Hann er tveir tímar til longdar, og føroysku røddirnar eiga fólk úr leiklistini og føroyska fjølmiðlaheiminum.
Frásøgumaðurin í filminum er Sonne Smith. Hansara rødd liggur væl undir og knýtir nógvu frásagnirnar saman, so filmurin gerst ein heild. Sonne er ein høvuðsleikari í filminum og hoyrist gjøgnum allan filmin.
? Hetta er tann størsta og torførasta uppgávan eg nakrantíð havi havt á leikpalli. Eg eri glaður fyri úrslitið og sera takksamur fyri álitið, at eg slapp at vera við, segði Sonne, eftir at áskoðararnir høvdu fingið høvi at sæð brotið við fjallaprædikuni.
Sonne Smith hevði hug at geva leikstjóranum Elini Mouritsen ein stóran part av heiðrinum fyri, at úrslitið var so frægt.
? Tá eg sá, at Elin Mouritsen skuldi leikstjórna, so hugsaði eg við mær sjálvum, at nú skalt tú lúka hennara ótrúliga hørðu krøv. Millimetrar eru alt ov stórir hjá Elini Mouritsen. Giga-millimetrar eru meira Elin, og vit hava verið noydd at lisið umaftur og umaftur, tí hon hevur kravt tað, sigur Sonne Smith.

Eitt vælsignilsi
Upptøkurnar eru gjørdar í Studio 1 í Útvarpi Føroya. Sjónleikararnir og frásøgufólkini hava havt ein jarnpult, har tey sóu filmin á einum lítlum skíggja, meðan tey hoyrdu amerikansku røddirnar í einum oyrnalurti. So var bara at lesa burturúr handritinum, til Elin Mouritsen var nøgd.
Nú úrslitið liggur frammi sigur Elin Mouritsen seg loksins vera nøgda.
? Tað følist sum eitt vælsignilsi, at eg slapp at vera við til hetta. Hetta hevur verið sera torført, men eg eri glað fyri, at eg endiliga slapp at gera nakað fyri Jesus-pápa, sigur Elin Mouritsen.
Tey høvdu bara eina viku at gera allan filmin í, og tað var skjótt, at amerikansku fyrireikararnir máttu biða Elina um at gera skjótari av, tí annars fór tað at taka eitt hálvt ár. Elin heldur, at tað hevur verið teimum føroysku sjónleikarunum fyri at takka, at tað gekst so væl.
? Vit hava havt eitt fantastiskt samstarv øll somul. Vit høvdu sjálvandi nógv um at vera, men tá tað er so positivt, so fært tú 250 kilo av eyka orku. Eg var eitt sindur skeptisk, tí vanliga orka vit ikki at síggja synkroniseraðar filmar. Men øll gjørdu sær stóran ómak, so tað gjørdist eitt stórt upplivilsi, sigur Elin Mouritsen.

Á 800 málum
Filmurin er umsettur til fleiri enn 800 mál, har røddirnar eru synkroniseraðar. Meginreglan hevur verið, at teksturin er bíbilskt sannur og lættur at skilja hjá fólki.
? Tað, at filmurin liggur so tætt upp at tekstinum hjá Lukas hevur gjørt filmin lættari at týða, heldur Poul Johan Djurhuus, ið saman við Heina Lützen hevur samskipað føroysku verkætlanina. Týtt hava Árni Absalonsen, Simona Johannesen og Annelisa Rasmussen.
Íbirtari til Jesus-filmin er amerikanarin Bill Bridget. Poul Johan Djurhuus sigur, at hann var sera sjónmikil maður, ið longu tíðliga hevði ein dreym um at gera ein film um Jesus, soleiðis sum Lukas sá timburmannin.
? Hann vildi náa menniskjum allastaðni við boðskapinum. Síðan 1950 hevði hann borið upp á dreymin at gera film um Jesus, sum var trúgvur ímóti Bíbliuni og samstundis var fangandi. Hann trúði upp á megina við filminum. Jesus-filmurin hevur havt positiva ávirkan á fólk, sum eisini var málið við filminum. Endamálið var at náa út til fólk um allan heim, og tað má sigast, at hann hevur gjørt, sigur Poul Johan Djurhuus.
Føroyska verkætlanin er úrslit av samstarvi millum umboð fyri kirkjur, kristiligar samkomur og felasgskapir í Føroyum. Hesi hava skipað seg í umboðsráð við fólki úr Fólkakirkjuni, Brøðrasamkomuni, Hvítusunnusamkomuni, Katólsku kirkjuni, Adventkirkjuni, Samkomuni Immanuel, Frelsunarherinum, Meinigheitini í Hoyvík og Kirkjuligu Heimamissiónini.
Ein starvsnevnd hevur samskipað arbeiðið við filminum og skipað fyri føroysku týðingini. Í starvsnevndini hava sitið Uni Næs, Richard Schwartson, Símun Absalonsen og Heine Lützen. Ein serlig útgáva av filminum, saman við frálærutilfari á føroyskum, er gjørd til skúlabrúks. Filmurin fæst fyri 150 krónur kring landið.



*************
LUTTAKARAR

Í uppruna filmsupptøkuni:
Brian Deacon í leiklutinum sum Jesus
Producer: John Heyman
Co-producer: Richard Dalton
Screenplay: Barnet Fishbein
Directors: Peter Sykes og John Kirsh

Í sambandi við føroysku røddirnar:
Leikstjóri: Elin Mouritsen
Samskipað: Heine Lützen
Týtt til føroyskt: Annelisa Rasmussen, Simona Johannesen, Árni Absalonsen

Leikarar til føroysku røddirnar:
Páll Danielsen: Jesus
Sonne Smith: Frásøgumaður
Høgni Johansen: Jóhannes Doypari, Pilatus
Heine Lützen: Pætur
Hallur Hjalgrimson: Ungur maður 1
Ronnie Poulsen: Ungur maður 2
Asbjørn Mikkelsen: Maður 2
Andrass Arge: Herhøvdingi, Djevulin
Ólavur á Váli: Maður 3
Kári Øster: Kaifast, Eldri maður 1
Flóvin Jacobsen: Annas
Jóannes á Váli: Eingil
Sam Jakobsen: Heródes
Kári Mouritsen: Maður 1
Kristin Mouritsen: Drongur 1
Áki Lützen: Drongur 2
Rebekka Petersen: Genta
Elin K. Mouritsen: Ung kvinna 1
Linda Petersen: Maria
Sunneva Jakobsen: Kvinna 1
Elsa Jacobsen: Elisabet, Kvinna 2
Nora Bærentsen: Eldri kvinna 1
Hilmar Jan Hansen: Sakeus, Eldri maður
umframt onnur til smærri leiklutir