Jevgenij Prigozjin hartar russisku herleiðsluna

Í einari útsøgn á Telegram ger Wagner-leiðarin viðmerkingar til álopini í russisku Belgorod-regiónini, har fleiri fólk eru deyð seinastu vikuna, og enn fleiri eru løstað.

Wagner-leiðarin, Jevgenij Prigozjin.

Sambært guvernørinum í russisku Belgorod-regiónini, sum liggur uppat ukrainska markinum, lótu tvey fólk lív her í økinum í dag. Men, Wagner-leiðarin, Jevgenij Prigozjin, sigur, at fimm fólk lív, og 16 vórðu løstað.

 

Hesi tíðindi eru tó ikki alment váttað.

 

Í einari útsøgn á Telegram í dag ger Wagner-leiðarin viðmerkingar til álopini á russisku marknaðregiónina. Seinastu tíðina hevur Belgorod-regiónin verið fyri fleiri atsóknum, harav nakrar hava kostað mannalív.

 

Á Telegram hóttir Jevgenij Prigozjin við at senda Wagner-hermenn til Belgorod-regiónina fyri at verja russiska fólkið í økinum, og hann fýlist at russiska verjumálaráðnum fyri ikki at steðga álopunum á regiónina.

 

- Vit fara ikki at bíða eftir einari innrás, og vit fara ikki at spyrja um loyvi til at verja regiónina. Tað einasta, sum vit fara at krevja, er lóður, tí uttan lóður nyttar einki hjá okkum at fara til Belgorod.

 

Útlendskar tíðindastovur vita at siga, at álopini á Belgorod-regiónina hava kravt sjey mannalív hesa vikuna, og hetta verður eisini váttað av russisku myndugleikunum.

 

Í einum nýggjum boðum á Telegram í kvøld sigur Wagner-leiðarin, at fimm fólk eru deyð í regiónini bara í dag, umframt at 16 eru løstað.

 

Jevgenij Prigozjin hartar russiska verjumálaráðið fyri, at Russland ikki ger nóg mikið fyri at steðga atgerðunum og verja fólkið í Belgorod.

 

- Hví vildi Russland taka Bakhmut, tá vit síggja, hvat hendir innan russiskt landamark? spyr hann.

 

Wagner-leiðarin spyr eisini, hví øll tiga um sivilfólkini, sum doyggja, og hann leggur aftrat: - Hvar er generalurin, Lapin? Hvar er verjumálaráðharrin, Sjojgu, og hvar er herleiðarin, Gerasimov?

 

- Hvør er teirra frágreiðing til russiska fólkið um, at vit missa sivilfólk - og at okkara landaøki verður rivið í stykkir, spyr Jevgenij Prigozjin beiskur á Telegram í kvøld.

 

Norska Dagbladet er millum miðlarnar, ið endurgeva tað, sum Wagner-leiðarin hevur skrivað á Telegram í dag um støðuna í russisku Belgorod-regiónini, sum nú javnan er fyri atsóknum.

 

 

 

Wagner-leiðarin, Jevgenij Prigozjin.