Olaf Bárðarson fekk debut í næstbestu norsku fótbóltsdeildini

Sandnes ULF tapti í fyrsta dystinum hetta kappingarárið

Mynd: Sandnes ULF

Miðvallarin, Olaf Bárðarson hevur fingið debut fyri Sandnes ULF í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Sandnes tapti í kvøld á útivølli 1-2 fyri Hødd, ið longu legði seg á odda í sjeynda minutti. 

 

Olaf kom á vøllin beint undan steðginum. Ole Sebastian Sundgot javnaði fyri Sandnes til 1-1 í 53. minutti, men bert fimm minuttir seinni skoraði Hødd sigursmálið.

 

Gullbrandur í Horni Øregaard var ikki við í hópinum hjá Sandnes í kvøld.

 

Komandi leygardag klokkan 13 hevur Sandnes ULF dyst á heimavølli móti Odd. 

 

Mynd: Sandnes ULF