Joan sett til háborðs umborð á luksuslinera

Tað kann vera stuttligt hjá einum næmingi í 10 flokki at sleppa í praktikk, tá hann fær upplivilsi út yvir tað vanliga



Tað er ikki øllum beskorið at sleppa til døgurða umborð á einum av teimum flottastu ferðamannaskipunum í heiminum yvirhøvur. Men tað slapp Joan, tá hon var og vitjaði umborð saman við øðrum innbodnum.

Joan Olsen er 16 ára gomul og gongur í 10. flokki í Runavíkar skúla. Tey eru gott 20 næmingar í flokkinum.

Hon hevur í tvær vikur verið í praktikk á Sosialinum og fekk høvið at royna okkurt, sum hon ikki hevði roynt fyrr.

Millum annað var hon við, tá pressan saman við øðrum varð boðin umborð á risastóra, norska ferðamannaskipið, Enchantment of the Seas, sum lá í Nólsoyarfirði.

Joan og floksfelagarnir hava verið í praktik á mongum ymiskum støðum. Tey flestu hava verið í Havn, sigur Joan, men ikki øll kortini.

Tvær gentur í flokkinum valdu eitt fyri gentur heldur óvanligt praktikpláss. Tær fóru við danska verjuskipinum Triton. Joan sigur frá teimum, at teimum dámdi sera væl.

Sjálv letur Joan væl at praktiktíðini á Sosialinum.

Hon sigur, at tað var stuttligt at vera á einum blaði, tí henni dámar væl at skriva.

Og at skriva slapp hon. Hon var við til nógvar ymiskar uppgávur. Setti innsendar tekstir og gjørdi sjálv samrøður, sum hon so setti upp til greinar.

Joan heldur, sum tey flestu, sum eru í praktikk frá fólkaskúlanum, at tíðin er heldur knøpp.

Á einum blaði gongur alt arbeiði á teldum, og hóast tú kennir eitt sindur til teldur áðrenn tú kemur soleiðis út, er ikki vist, at tað er sama slag av maskinum og forritum, sum tað, ein hevur heima.

»So júst sum tú hevur lært teg at brúka maskinurnar, er tíð at fara aftur í skúla.«

Annars letur Joan væl at praktiktíðini og sigur, at hon væl kundi hugsað sær at verið journalistur.

Eftir 10. flokk ætlar Joan sær á studentarskúlan á Kambsdali. Og eftir tað er ikki óvist, at hon fer at royna at sleppa á journalistskúla, sigur Joan Olsen, sum nú aftur er byrjað skúlagongdina í 10. flokki í Runavíkar skúla.