Árið 2015 er farið at halla, og í hesum sambandi hevur danska heimasíðan, tv3sport.dk, givið brúkarum sínum møguleikan at velja besta málið, ið er skorað í 2015. Tv3sport.dk er ikki ein og hvør heimasíða, tí at hetta er heimasíðan hjá danska Viasat, sum á sínum rásum sendir alskyns toppfótbólt úr Evropa.
TV3Sport hevur av sínum eintingum valt 12 mál burturúr rúgvuni, ið ítróttarsendistovan metir eru tey bestu málini, ið eru skorað í 2015. Í rúgvuni eru mál hjá stórum stjørnum sum Neymar, Christian Benteke og Juan Mata, men ein føroyingur hevur eisini snýkt seg upp í hetta fína selskapið. Fyri nøkrum vikum síðani skoraði Jóan Símun Edmundsson eitt framúr gott mál fyri Vejle í dysti ímóti Silkeborg. Málið minti eitt sindur um tiltikna málið hjá Diego Armando Maradona, sum lítli argentinin skoraði ímóti Onglandi í HM í 1986. Málið hjá Jóan Símuni heldur TV3sport vera so gott, at tað er tilnevnt at vera ímillum 12 tey bestu, ið eru skorað í 2015.
Fyrilit skal takast fyri, at talan bert eru um mál úr kappingum, ið Viasat hevur rættindi at vísa.
Hevði tað ikki verið stuttligt, um málið hjá Jóan Símun Edmundssyni varð valt at vera betri enn tað hjá t.d. Neymar? Til ber at síggja tey 12 málini og atkvøða fyri Jóan Símun Edmundsson við at trýsta HER.