Jóan Símun Edmundsson skoraði í kvøld sítt fyrsta mál í bestu íslendsku fótbóltsdeildini í kvøld.
KA vann í kvøld 3-0 á FH á útivølli. Høvuðsvenjari hjá FH er gamli HB-venjarin, Heimir Guðjónsson.
Jóan Símun legði KA á odda 1-0 tá ein hálvur tími var farin aftaná gott forarbeiðið hjá Ásgeir Sigurgeirsson.
Elfar Árni Aðalsteinsson økti til 2-0 og 3-0.
Pætur J. Petersen kom á vøllin fyri KA tá eitt korter var eftir av vanligu leiktíðini.
KA er nummar sjey í deildini við 28 stigum.
Komandi sunnudag spælir KA móti Fylkir á útivølli.