Amerikanski forsetin, Joe Biden, er lendur í Helsingfors í Finnlandi í kvøld.
Hetta verður ein stutt ríkisvitjan, eftir at Finnland herfyri gjørdist limur í Nato. Finnland er 31. landið, sum fær limaskap í verjusamgonguni.
Flogfarið við amerikanska forsetanum, Air Force One, lendi á flogvøllinum uttanfyri finska høvuðsstaðin, Helsingfors klokkan 22 lokala tíð í kvøld.
Forsetin fer heimaftur til Washington longu hósdagin, sum er í morgin.
Joe Biden er fyrsti amerikanski forsetin, sum vitjar Finnland, síðan Donald Trump hitti russiska forsetan, Vladimir Putin, fyri fimm árum síðan.
Meðan hann vitjar í Finnlandi, skal amerikanski forsetin eisini hitta finska forsetan, Sauli Niinistö og forsætisráðharrarnar í øllum norðurlondum.
Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í kvøld.