Joe Biden tekur seg aftur sum valevni til forseta

Joe Biden tekur seg aftur sum forsetavalevni í USA

Hesum boðar hann frá á sosiala miðlinum X.

 

Forsetin í USA, Joe Biden, tekur seg aftur sum forsetavalevni og stillar ikki upp til valið í november. 

 

- Tað hevur verið mín ætlan at stilla uppaftur, men eg meti, at tað er til gagns fyri mín flokk og mítt land, at eg trekki meg og fokuseri bara upp á at røkja mínar skyldur sum forseti restina av mínum valskeiði, sigur Joe Biden.

 

Hann leggur afturat, at hann fer at venda sær til tjóðina í komandi viku.

 

##med2##

 

Biden vísir í staðin á Kamala Harris, varaforseta, sum forsetavalevni hjá demokratunum, skrivar hann á X.

 

- Í dag vil eg geva Kamalu mín fulla stuðul til, skrivar Biden, sum leggur aftrat, at hann fer at venda sær til tjóðina komandi vikuna.

 

Biden hevur verið forseti í USA síðani 20. januar 2021, eftir at hann vann á forsetanum, republikanska Donald Trump, á forsetavalinum í 2020.

 

Biden er fyrsti sitandi forseti síðani 1968, sum ikki søkir stillar uppaftur, hóast hann hevur møguleikan.

 

Síðani eitt sjónvarpskjak móti Trump 27. juni hevur Biden verið undir alsamt størri trýsti at taka seg úr valstríðnum, tí fleiri av flokslimum hansara halda, at hann ikki megnar forsetasessin longur.

 

Fleiri demokratiskir senatorar og fleiri enn 30 limir í umboðsmannatinginum hava beinleiðis mælt til, at 81 ára gamli forsetin skal gevast við valstríðnum.

 

Sjálvt fyrrverandi forsetin, Barack Obama, og fyrrverandi forkvinnan í umboðsmannatinginum, Nancy Pelosi, hava verið ivasom um møguleikarnar hjá Biden at vinna á Trump í valstríðnum.

 

Framstandandi demokratiski senatorurin, Chuck Schumer, rósar avgerðini hjá Biden og kallar hann fyri ein “sannan patriot” fyri at hava tikið avgerðina um at lata valstríðið til onkran annan.

 

Donald Trump sigur í viðmerking til nýggju gongdina, at "Kamala Harris verður lættari at basa enn Biden".

 

Trump sigur, at Biden verður minntur sum ringasti forsetin, sum hevur sitið í Hvítu Húsunum.

 

AFP