Joen Pauli er sonur Elsu Margrethu, fødd Ellefsen, og Edvard Frederiksen (KunoyarEdvard). Hann er næstelstur av 5 systkjum.
Joen Pauli lærdi í smiðjuni hjá Steingrím í Miðvági og fór síðan til Odense at lesa verkfrøði. Heimaftur komin arbeiddi hann hjá JK Joensen & Soni í nøkur ár, umframt at hann eitt skifti var til skips. Hann stovnaði síðani sítt egna virki, har hann m.a. hevur gjørt teymamaskinur til Teymavirkið í Runavík.
Joen Pauli er sera góður handverkari og altíð klárur at hjálpa, hvørt talan so er um motorar, bilar, smíðing o.a., og mangan hevur hann givið okkum eina hjálpandi hond.
Hann hevur sitið í bygdaráðnum fleiri valskeið, og var harumframt bygdaráðsformaður eitt valskeið. Hann er framvegis limur í bygdaráðnum.
Joen Pauli var giftur við Jónrith, sum var ættað úr Sandavági. Jónrith doyði í apríl í ár, hetta var bæði honum og allari familjuni ein dyggur smeitur.
Børn teirra eru: Arngerð og Marita, sum báðar búgva í Sørvági, og Erhard og Jacob Sonni, sum báðir búgva í Danmark. Abbabørnini eru 6 í tali.
Føðingardagin heldur Joen Pauli í Rødekro saman við børnum og abbabørnum.
Hjartaliga til lukku á føðingardegnum og takk fyri alt, tú ert fyri okkum.
Ásla og Hans Jacob