Rithøvundur, filmsleikstjóri og viðmerkjari við súkklukappingar. Alt hetta var danin Jørgen Leth kendur fyri.
Nú er hann deyður eftir stutta sjúkralegu.
Hetta vita danskir miðlar at siga fyri løtu síðani.
Røddin var eyðkend, og hann var mangan á sjónvarpsskíggjanum, og var tað í og mongum og ymiskum sendingum.
Jørgen Leth gjørdist 88 ár.