Aftaná onga úrtøku seinastu umførini var høvuðsvenjarin hjá B68, Jógvan Martin Olsen nøgdur um at fáa stig. Kortini helt hann, at lið hansara kundi fingið fulla úrtøku ímóti KÍ í Klaksvík í dag, um summi ting vóru farin rætta vegin.
Jógvan Martin helt, at Petur Reinert, dómari leiddi dystin væl, men at dømingin var dekan ov nógv "í KÍ´sa favør", sum hann tók til. Hann helt, at tað var skeivt, at KÍ-veteranurin, Heðin á Lakjuni slapp undan einum korti fyri at sparka ein B68-spælara niður. B68-venjarin kennir seg eisini snýttan fyri eitt brotsspark.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Jógvan Martin Olsen segði við Trónd Arge, aftaná 0-0 dystin millum KÍ og B68.
(Mynd: football.fo)