Jóhan Carl var greiður toppskorari til eldraráðið í Havn

Jóhan Carl Dam fekk 688 atkvørður á eldraráðsvalinum í Havn. Tað svarar til 26,8 prosent av atkvøðunum

Jóhan Carl Dam var greiður toppskorari á eldraráðsvalinum í Tórshavnar kommunu. Hann fekk ikki færri enn 688 persónligar atkvøður. Samanborið við seinasta býráðsval í Havn, so vóru tað bara Elsa Berg, borgarstjóri, og Heðin Mortensen, fyrrverandi borgarstjóri, sum fingu fleiri atkvøður á býráðsvalinum, enn Jóhan Carl Dam fekk á eldraráðsvalinum.

 

Næstur á listanum var Leivur Hansen, fyrrverandi borgarstjóri og býráðslimur í Tórshavnar kommunu. Leivur Hansen var borgarstjóri í Havn frá 1997 til og við 2000. hann fekk 282 atkvøður á eldraráðsvalinum.

 

Hini trý sum vórðu vald vóru Marjun Poulsen, sum fekk 273 atkvøður og Annemi L. Joensen og Berljót av Skarði, sum báðar fingu 245 persónligar atkvøður á eldraráðsvalinum í Tórshavnar kommunu.

 

Soleiðis fullu persónligu atkvøðurnar:

 

 

1

 
 

Jóhan Carl Dam

 
 

688

 
 

26,8%

 
 

2

 
 

Leivur Hansen

 
 

282

 
 

11,0%

 
 

3

 
 

Marjun Poulsen

 
 

273

 
 

10,6%

 
 

4

 
 

Annemi L. Joensen

 
 

245

 
 

9,5%

 
 

5

 
 

Bergljót av Skarði

 
 

245

 
 

9,5%

 
 

6

 
 

Marin Rasmussen

 
 

182

 
 

7,1%

 
 

7

 
 

Lissi Hansen

 
 

180

 
 

7,0%

 
 

8

 
 

Did Nicolajsen

 
 

166

 
 

6,5%

 
 

9

 
 

Fríðálvur A. Jensen

 
 

164

 
 

6,4%

 
 

10

 
 

Ingrid S. Henriksen

 
 

143

 
 

5,6%

 
 

11

 
 

Jens Peter Jensen

 
 

85

 
 

3,3%

 
 

12

 
 

Ejler Johannesen

 
 

74

 
 

2,9%

 
 

13

 
 

Bozena Rasmussen

 
 

37

 
 

1,4%

 
 

14

 
 

Bjørn Elison

 
 

29

 
 

1,1%