Løgtingið – stutt skrá við drúgvum máli

Løgtingið fer í dag undir 2. viðgerð av løgtingsfíggjarlógini fyri 2026

Hóast skráin til tingfundin klokkan 10 í dag er stutt, so verður talan um drúgvan tingfund.

 

Tvey mál eru á skránni:

 

 

1

 
 

3. viðgerð LM-058/2025 - Uppskot til løgtingslóg um at umvæla løgtingsbygningin á Tinghúsvegi 3

 
 

2

 
 

2. viðgerð LM-015/2025 - Uppskot til løgtingsfíggjarlóg fyri fíggjarárið 2026

 
 

3

 
 

Framløga

 

 

Leygarkvøldið legði fíggjarnenvdin hjá Løgtinginum fram álit um fíggjarlógina, og er 2. viðgerð av uppskotinum í dag soleiðis, at Løgtingsfíggjarlógin endaliga kann samtykkjast á tingfundi hósdagin, tá ætlanin er, at Løgtingið skal fara í jólafrí.

 

Fyrra málið á tingfundinum í dag er um at játta 34,2 milliónir krónur til at umvæla løgtingsbygningin á Tinghúsvegnum. Tað er tann parturin, sum hýsir umsitingini hjá Løgtinginum og fundarhølum. Tað er tann gamli telefonbygningurin. Málið er til 3. og endaligu viðgerð í dag.