- Johan Dahl beinleiðis villleiðir

- Hetta er misvísandi og ein beinleiðis villleiðing frá Vinnumálaráðnum. Fyri at siga tað akkurát sum tað er, so er tað tað reina vrøvl, sigur Bjørn á Heygum, advokatur

- Hetta er misvísandi og ein beinleiðis villleiðing frá Vinnumálaráðnum. Fyri at siga tað akkurát sum tað er, so er tað tað reina vrøvl, sigur Bjørn á Heygum, advokatur.

Um vikuskiftið kom niðurstøðan frá landsstýrismálanevndina um fíggjarliga óskilið í Strandferðsluni út í miðlarnar, men tað tykist vera trupult at staðfesta júst hvør niðurstøðan er. Meðan Sirið Stenberg, forkvinna í landsstýrismálanevndin sigur, at nevndin hevur funnið landsstýrismannin sekan í at bróta stýrisskipanarlógina, so sigur Vinnumálaráðið nakað annað. 

 

Les grein frá Vinnumálaráðnum her 

 

Men í dag ger Bjørn á Heygum greitt, at Vinnumálaráðið beinleiðis villleiðir fólk við at siga, at  Johan Dahl ikki er funnin sekur í nøkrum. 

 

- Eg má siga, at eg eri bilsin av, at Vinnumálaráðið kann finna uppá at siga slíkt. Johan Dahl kann ikki skúgva sær undan nú. Tá landsstýrismálanevndin vísir á, at Strandferðslan ikki hevur hildið seg til lógina, so er tað sjálvandi Johan Dahl, sum hevur ábyrgdina av tí. Tað, sum Vinnumálaráðið sigur svarar til, at ein lækni á sjúkrahúsinum fær skyldina fyri, at játtanin á Landssjúkrahúsinum ikki heldur, ella at ein skúlastjóri fær skyldina fyri, at játtanin hjá skúlaverkinum ikki heldur, sigur Bjørn á Heygum. 

 

Hann vísir á, at tað framgongur av niðurstøðuni hjá landsstýrismálanevndini, at landsstýrismaðurin loypandi hevur fingið kunning frá Strandferðsluni um, at játtanin ikki fór at halda. Og sjálvandi er tað tí hansara ábyrgd. 

 

- Landsstýrismaðurin kann ikki vaska sær hendurnar soleiðis, og siga, at tað er Strandferðslan, sum hevur brotið lógina, sigur Bjørn á Heygum. 

 

- Hetta eru reinar undanførslur frá landsstýrismanninum, og eg vildi ikki trúð, at Vinnumálaráðið kundi finna uppá at koma við slíkum tvætli, sigur Bjørn á Heygum. 

 

Meira um hetta málið seinni á in.fo.