Johanna farin til Skotlands

Hóskvøldið fór sluppin Johanna TG 326 til Skotlands. 17 mans eru við og ferðin tekur væntandi umleið 9 – 10 dagar

Leiðin gongur til Port Williams og so til sonevndu Kaledonsku kanalina, sum gongur ígjøgnum Skotland. Johanna fer so í slúsurnar. Og Johanna endar so við kenda Loch Ness og Inverness.

Johanna er væntandi aftur í Føroyum á leið tann 11. juli.

Talan er um leigutúr við løgreglumonnum, men onnur enn løgreglufólk eru eisni við á ferðini. Johanna hevur 3 aðrar ætlaðar túrar á skránni í summar.