– Eg krossi fingrar fyri, at valið verður skrivað út nú.
Tað sigur Johanne Schmidt-Nielsen, politiskt framsøgufólk hjá Eindarlistanum. Sum einasti flokkurin hevur Eindarlistin eina rotatiónsskipan, sum ger, at fólk ikki kunna sita longri enn tvey valskeið í Fólkatinginum. Fyri Johonnu Schmidt-Nielsen merkir tað, at um valið ikki verður útskrivað áðrenn landsfundin hjá Eindarlistanum 6. og 7. juni, so verður hon ikki á listanum.
Hvørt ár á landsfundinum verður kandidatlistin hjá Eindarlistanum góðkendur av landsfundinum. Enn stendur Johanne Schmidt-Nielsen á listanum, tí tað er listin, sum varð góðkendur í fjør. Men hon verður heilt vist ikki á listanum eftir landsfundin í juni, tí tá er hon fallin fyri rotatiónsskipanini. Men verður valið skrivað út áðrenn, so verður hon á listanum.
Les eisini: Johanne noyðist úr Fólkatinginum
Og tað hevur ikki lítlan týdning fyri Eindarlistan, at Johannes Schmidt-Nielsen verður á listanum, tí 31 ára gamla stjørnan hjá Eindarlistanum fekk 47.002 atkvøður á seinasta vali. Tað er meira enn Helle Thorning-Schmidt fekk.
Á Facebook skrivar Johanne Schmidt-Nielsen í kvøld, at hon vónar at vera á listanum:
– Okay, der er mange der har spurgt til Enhedslistens rotationsregler. Og Berlingske har simpelthen lavet et Johanne-ur. Det tæller ned til, hvornår jeg ikke længere kan opstille. Men lige nu spår alle kommentatorerne, at det udskrives i morgen. Hvis det passer, så står jeg på stemmesedlen ved valget. Og helt ærlig: Jeg krydser fingre:-) Er da slet ikke færdig med at kæmpe!