Við góðum stuðli frá Klaksvíkar býráð fer Havnarkórið saman við tónleikararum at framføra Johannes passiónina eftir Bach í Christianskirkjuni komandi leygardag 7. mei kl. 19.00.
Havnarkórið hevur verið sera virkið, tá um størri klassiskar kórframførslur ræður. Sum dømi kunnu nevnast Requiem eftir Verdi, Eliah eftir Mendelsohn-Bartholdy, Jólaoratoriið eftir Bach, Messiah eftir Händl, ið øll eru framførd við góðari hjálp frá føroyskum og útlendskum tónleikarum. Nú stendur so enn eitt stórverk á skránni. Hesuferð er talan um Johannes passiónina eftir Bach, har teksturin er úr 18. og 19. kapituli úr Jóhannes-evangeliinum.
Sangsolistar í framførslunum vera Berghild Poulsen, sopran, Elsa Súsanna Dalsgaard, alt, Ernst Sondum Dalsgarð, tenor, Conny Thimander, ið er svii, tenor, Lars Thodberg Berthelsen og Hans Lawaetz, ið báðir eru danir, bass.
Passiónsorkestrið er mannað við tónleikarum úr Føroya symfoniorkestri, føroyskum tónleikarum búsitandi uttanlands umframt tveimum dønum og einum íslendingi. Orkestrið telur 20 leikarar umframt konsertmeistaran Sámal Petersen.
Til hesar framførslurnar telur Havnarkórið 45 sangarar.
Dirigentur er the grand old man innan føroyskan kórtónleik Ólavur Hátún
Fyrra konsertin verður í Christianskirkjuni leygarkvøldið 7 mei kl. 19.00 og tann seinna í Norðurlandahúsinum sunnukvøldið 8 mei kl. 19.00.