Nú er tað endaliga avgjørt, at John Lawton, fyrrverandi sangarin í Uriah Heep, kemur til Føroyar at hava eitt Uriah Heepkvøld saman við føroyska rockbólkinum Deiggj.
Konsertin verður verður ein sonevnd intim ella exclusiv konsert í Sjónleikarahúsinum í Havn.
John Lawton var tann sangarin, sum loysti av David Byron í 1976. Lawton hevur innspælt fleiri hitt saman við Uriah Heep frá 1976-1979. Nevnast kunnu løg sum t.d. Free me, Wiseman, Hanging tree, Symphaty, Firefly, Come back to me, o.fl. Hartil fara John Lawton og Dennis Lave o.fl. í Deiggj at syngja fleiri av gomlu hittunum, sum upprunaliga vórðu innspæld av David Byron og Uriah Heep fyrst í sjeytiárunum.
Deiggj og fleiri lokalfeløg skipaðu fyrr í ár fyri teimum sera vælumtóktu Uriah Heep kvøldum á Tvøroyri, Vestmanna og Fuglafirði. Áhugin var sera stórur og nógv hava spurt nær hesi kvøldini fara at verða í Havn. Fyri at geva fjepparunum, sum nógvar ganga aftur, eina eyka uppliving hava Deiggj biðið John Lawton um at vera við til kvøldið í Tórshavn og hevur hann nú endaliga játtað hesum. John Lawton og konan Iris koma til Føroya hóskvøldið 14. oktober. Ætlanin er at hava nakrar venjingar saman áðrenn konsertina leygarkvøldið, 16. oktober.
Deiggj hava í langa tíð fyrireika seg til kvøldið og fara eisini at framføra nøkur ?nýggj? løg saman við Lawton . Deiggj og John Lawton spældu fyrstu ferð á tí minniligu konsertini á Jóansøkufestivalinum 2007 og eisini á Heepvention í Spania í 2008. Hartil hittust teir í Finnlandi í fjør til Easy Livin´í Salo.
Legendariska Uriah Heep hava líka síðan teir komu fram fyrst í sjeytiárunum havt eitt ótal av fjepparum í Føroyum. Talan er um fólk í aldursbólkum. Sigast kann um løgini hjá Uriah Heep at hetta tíðarleysur klassiskur rockur tá ið hann er bestur. Áhugin kvøldinum í Tórshavn er longu sera stórur
Teir sum eru við Deiggj eru Páll Lave, Dennis, Lave, Sverri Heinesen, Pætur Mohr Dam, Rani H. Christiansen og Fróði Vestergaard.