Jólabollarnir við serligari framførslu

Sum partur av árligu jólakonsertferðini hjá Bollunum verður ein heilt serlig framførsla í Havn leygardagin.

 

Sum partur av árligu jólakonsertferðini hjá Bollunum verður ein heilt serlig framførsla í Hon+Hann leygardagin 6. desember kl. 15.30.

 

Teir tíggju, annars presentablu harrarnir, verða serliga vælklæddir hendan dagin, teir syngja í nýggja klædahandlinum. Bollarnir eru annars ikki kendir fyri at hava almennar framførslur, men heldur at framføra spontant og privat, so henda framførslan verður eitt sjáldsamt høvi at uppliva teirra undirhaldandi sang og framførslu.