Hetta er 12 árið á rað at Æðuvík er karmur um Føroya stórsta jólabý, og á hvørjum árið leita túsundtals føroyingar sær til Æðuvíkar, at síggja hvussu bygdin er umskapað til henda hugnaliga og eyðkenda jólabý.
Á hvørjum árið er tað ein lokalnevnd í Æðuvík, sum tekur sær av jólabýnum, og í ár er tað Anna Olsen, ið er høvuðsfyriskipari.
- Eg veit um mong, ið koma úr øllum Føroyum á ein árligan túr til Æðuvíkar í desembur, sigur Anna.
Tað byrjaði við at allar konurnar, í bindiklubbanum í Æðuvík, tosaðu um at finna upp á okkurt stuttligt, og komu síðani fram til hugskotið um at gera Æðuvík til ein veruligan jólabý.
Tað fyrsta árið var byrja við at øll í bygdini gjørdu serliga nógv burturúr at pynta síni hús, men síðani er jólabýurin bert vorðin størri ár um ár.
- Vit hava nakrir raskar menn í bygdini, sum tóku stig til at boyggja og sveisa jarn til eyðkendir jólafigurar, sum síðani vóru settir upp í bygdini, sigur Anna, og leggur afturat at alt jólaprýði er nakað, ið tey í bygdini sjálvi hava gjørt.
Tað fyrsta prýði, ið var gjørt, var alt úr jólaevangeliunum, og hetta stendur alt ymsastaðni runt í bygdini. Eftir tað fóru tey í gongd við ymiskt annað jólaprýðið, og nú hava tey m.a. jólatok, jólamenn og eina vakra jóladekoratión, sum prýður bygdina.
- í 2008 misti Æðuvík eina kvinnu, ið andaðist sum bert 55 ár gomul eftir sjúkralegu, og til minnis um hana varð ein dekoratión gjørt, sum á hvørjum árið prýður bygdina til minnis um hana, sigur Anna, og leggur afturat at øll í bygdini gera sítt til, at hon skal verða so væl prýdd sum gjørligt.
Tey flestu árini hevur Æðuvík havt okkurt nýtt prýðið, at vísa gestunum, og hetta er eisini ætlanin í ár. Anna sigur nemliga at okkurt nýtt er áveg, sum tíanverri ikki varð klárt til 1 desembur.
- Umframt jólabýin hava vit á hvørjum árið eina hugnaliga cafe í missiónshúskjallarinum, hvønn leygardag og sunnudag í jólamánaðinum. Hetta er eisini nakað, ið øll í bygdini standa saman um, og øll eru hjartaliga vælkomin at støkka inn á gólvið, sigur Anna Olsen at enda.