Hugskotið bleiv fyrstuferð roynt í fjør. Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya lærarafelag, og Eilen Anthoniussen, samskipari hjá Føroyar lesa, siga at nógv fingu gleði av stóru bylgjuni av jólakortun, sum blivu send avstað.
Átakið hóskar væl til dagliga virksemi í skúlunum.
- At skriva er tað sum vit gera til dagligt í skúlunum, men nú gevur tað meining at skriva við hond, sigur Jacob Eli S. Olsen.
Børnini fáa høvið at skriva við hond, og senda onkrum tey eru góð við ein tanka.
- Í hondskriftini liggur nógv meira, enn tað ger í tí sum er skrivað við teldu, tí hvør bókstavur sigur eitt sindur um tann sum skrivar.
Sí fleiri myndir her in.fo - fyrst og fremst
At skriva jólakort er gamal siður, og vónin er at blása nýtt lív í siðvenjuna.
- Hetta er eitt átak sum hyggur aftur í tíð. Hetta er ein siður sum ikki má fara fyri bakka, og eg haldi at tað hevur eydnast at blása lív í.
Lena Nicolajsen hevur teknað jólakortið í ár. Í fjør var tað Heiðrikur á Heygum sum teknaði.
- Vit royna at hava listafólk sum duga væl at tekna.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##















