Skuldi tað hent, at Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, koyrdi Johan Dahl frá sum landsstýrismann, so tekur Johan Dahl aftur sæti á tingi. Tað merkir, at eitt av teimum trimum varafólkunum hjá Sambandsflokkinum í á tingi má víkja sætið fyri Johan Dahl, sum varð valdur sum nummar sjey á sambandslistanum til seinasta løgtingsval við 327 atkvøðum.
Síðstvald á sambandslistanum var Edva Jacobsen við 311 atkvøðum. Men so leingi Kaj Leo Holm Johanensen, Johan Dahl og Bjørn Kalsø eru landsstýrisfólk, kunnu teir ikki hava sæti á tingi. Tí vóru boð eftir trimum teimum næstu á listanum hjá Sambandsflokkinum, tá landsstýrissamgongan varð skipað. Tey trý eru Eivin Jacobsen við 228 atkvøðum, Reimund Langgaard við 168 atkvøðum og Jóna Mortensen við 161 atkvøður.
Tí verður tað Jóna Mortensen, sum fer úr tinginum aftur, um Johan Dahl verður koyrdur frá sum landsstýrismaður.
Hugsandi er kortini, at Kaj Leo Holm Johannesen fer at seta annan landsstýrismann í Vinnumálaráðið, tó at tað ikki er vist. Skal annað landsstýrisfólk setast, so er hugsandi, at løgmaður fer at taka burtur av tingmanningini. Men tað er eingin treyt.
Av teimum átta, sum vórðu vald á ting fyri Sambandsflokkin eru bæði Bárður Nielsen og Rósa Samuelsen, sum hava royndir sum landsstýrisfólk. Og skuldi tað verið annar teirra, so verða aftur boð eftir Jónu Mortensen til áttanda tingsessin hjá Sambandsflokkinum.
Skuldi løgmaður hinvegin sett eitt landsstýrisfólk, sum ikki er millum tingmanning floksins, so missir Jóna Mortensen tingsessin.