Við níggju málum var Leivur Mortensen toppskjútti, og við sjey málum var Jónas G. Djurhuus næstbesti málskjúttin hjá HC Keypmannahavn, ið seinnapartin spældi dyst á útivølli móti Tønder í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.
HC Keypmannahavn tapti dystin 30-33. Í steðginum var støðan javnleikur 16-16. Sostatt skutu føroysku leikararnir í dag meir enn helvtina av málunum hjá HC Keypmannahavn.
Á stigatalvuni stendur ikki væl til hjá føroyingaliðnum. HC Keypmannahavn er við bert fimm stigum fyri 17 dystir aftast í deildini. Teir hava sjey stig upp til Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Vendsyssel, ið eru røttumegin niðurflytingastrikuna við 12 stigum á fjórðaftasta plássinum.
Komandi fríggjakvøld klokkan 18 verður føroyingauppgerð, tá HC Keypmannahavn á heimavølli tekur ímóti liðnum hjá Paula Mittún og Pæturi Mikkjalssyni, Team Sydhavsøerne.











